-Vit hava eina bjarging einar 15 fjórðingar sunnan fyri Føroyar. Tað er frystilínuskipið Kambur, sum hevur fingið ein sjógv, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
– Vit fingu boð um, at Kambur hevði fingið ein sjógv kl. 07.45. Tað eru 16 mans eru við skipinum, og bjargingartyrla og onnur skip eru á leiðini.
Fyri løtu síðani segði Jón Klein Olsen frá løgreglestøðini við KVF, at tyrlan hevur tikið 12 av teimum 16 monnunum umborð, og var á veg til Suðuroyar sjúkrahúsi á Tvøroyar við teimum.
Ógreitt er hvussu støðan er hjá skipinum og manning beint í løtuni, sigur vatkleiðarin.
Kambur, FD 454, er bygdur í 1998 og er sambært Skipalistanum heimahoyrandi á Strondum.