B68 boðar soleiðis frá í kvøld:
Vit fegnast um at kunna bjóða Fróði Benjaminsen vælkomnum sum nýggjur høvuðsvenjari fyri B68. Fyrsti dystur við Fróða sum høvuðsvenjara verður á Eiði 14. sept. móti EB/Streymur.
Fróði Benjaminsen er uppvaksin á Toftum og býr á Strondum.
Fróði hevur nógvar royndir sum leikari og eisini royndir sum venjari. Í løtuni er hann høvuðsvenjari hjá U19 landslinum. Í hesum døgum eru teir í Kroatia, har teir luttaka í einari venjingarkapping. Hetta er fyrstu ferð at Fróði fer at standa á odda fyri liði í Bestu deilduni.
Øll barnaárini spældi hann fótbólt við B68 og leikti fyrsta dyst á besta liðnum hjá B68 í 1994, sum 16 ára gamal. Hann umboðaði B68, tá hann á fyrsta sinni í 1999 leikti ein A-landsdyst. Hansara seinasti dystur fyri landsliðið var í 2017. Fróði er í løtuni tann sum hevur leikt flest A-landsdystir hjá monnum, 96 í tali.
Vit gleða okkum til at síggja hann menna liðið víðari.