Veðurstova Føroya
Í nýliga stovnaða bygdasavninum í endurbygda heiminum hjá Jóan Petur uppi í Trøð (IPG) í Kvívík er indbundin handbók til veðurmátingar frá DMI við navni hansara prentað á forsíðuni. Í tilfari, sum Veðurstovan nú hevur fingið frá DMI, eru veðurmátingar framdar av IPG í Kvívík árini 1883-1889.

Í nýliga stovnaða bygdasavninum í enduruppbygda heiminum hjá Jóan Petur uppi í Trøð í Kvívík, oftani stytt til IPG (1845-1901), er eintak av bókini við heitinum ‘Om vind og vejr’ við undirheitinum ‘Meterologiens hovedresultater’ eftir norska Veður- og landafrøðingin Henrik Mohn. Sermerkt við hesari bókini er, at á forsíðuni er við gullstavum prentað ‘J. P. Gregoriussen, Kvivig, fra Det danske meterologiske institut.’ (Mynd ovast).
Henrik Mohn (1835-1916) var fyrsti leiðarin á Norsk Meteorologisk Institut, sum var sett á stovn í 1866. Í 1872, sama ár sum Dansk Meterologisk Institut (DMI) var sett á stovn, gevur ’Selskabet for folkeoplysningens fremme’ í Christiana, sum vit nú kenna sum Oslo, hetta verkið út sum ískoytishefti til norska tíðararitið Folkevennen. Hetta verkið lýsir, hvussu veðurmátingar eiga at verða gjørdar, og hvussu mátingarnar skulu lesast og tolkast út frá náttúruvísindaliga vitan. Av mongum verður hetta heftiðroknað sum tátíðar hand- og lærubók í veðurfrøði, og longu í 1892 var tað umsett til týskt, russiskt, italienskt, franskt, spanskt, polskt og finskt.
IPG var m.a. handverkari, tjóðskaparmaður, skald og fróðarmaður. Nógv kenna framvegis við yrkingarnar hjá honum, at hann skrivaða eina landalærubók á føroyskum, og at hann umsetti partar av Bíbliuna til føroyskt. At hann eisini var áhugaður í veðurfrøðini, undrar helst ongan. Í frágreiðing hjá DMI frá 1994 um eldru mátingarnar, stendur skrivað at henda ’lítla lærubókin’ varð lænt út til veðurobservatørarnar á høvuðsmátistøðunum. Eintakið, sum er á bygdasavninum í Kvívík, er við stívari permu og nøvnunum hjá bæði móttakara og gevara prentaði við gullskrivt á forsíðuni (Mynd ovast).
DMI hevur staðið fyri at gera veðurmátingar í Føroyum, síðani tað var stovnað í 1872. Í veðurlagshøpi er serliga hitamátingin í Havn nógv brúkt, men annað tilfar frá áðrenn áleið 1950 er minni kent, og lítið av tí er teldutøkt. Hetta tilfarið er nú skannað inn, og á Veðurstovuni eru vit farin undir at gera hetta rúgvusmikla tilfarið teldutøkt.
Í hesum tilfarinum sæst, at tað er presturin Christian Andreas Hansen, sum var á Kirkjuteigi í Kvívík eitt stutt skifti frá 1882 til 1883, áðrenn hann gjørdist prestur í Suðurstreymoy, sum byrjar at skráseta veðrið í juni 1882. Í juli 1883 broytist handskrivtin, og á arkinum fyri august 1883 er tað IPG, sum hevur skrivað undir (Mynd 1). Seinasta arkið frá hansara hond er fyri desembur mánaða 1889.

Mynd 1: Fyrsta arkið við veðurskrásetingum, sum IPG sæst at hava váttað. Umframt hitan og avfall, sum er á hesum arkinum, skrásetti hann eisini skýloftið, ætt og vindmegi.
Umframt í Tórshavn og Kvívík, so vóru mátingar framdar fleiri aðrar staðir við. Í Tórshavn byrjaði tað, sum nevnt, longu í 1872, men hevur henda mátingin í tíðarskeiðum verið í Hoyvík. Sama ár byrjaðu skrásetingar eisini á Eiði. Árið eftir, í 1873, byrja skrásetingar í Hvalba, Klaksvík, Miðvági og á Sandi, í 1874 á Trøllanesi, í 1876 í Mykinesi, henda mátingin flutti út í Hólmin í 1911, í 1877 við Gjógv, í 1882 sum nevnt í Kvívík, í 1883 í Nólsoyar bygd, og sum seinni flytir út til vitan á Borðuni, og á Viðareiði í 1886. Hetta er tær elstu skrásetingarnar, og eins og í Kvívík eru fleiri teirra bert í eitt stutt áramál. Skrásetingar eru eisini frá yngru árum í øðrum bygdum.
Mátingar eru tó gjørðar í Føroyum, áðrenn DMI varð sett á stovn. Í bókini hjá Henrik Mohn eru teknaði veðurkort frá 1868, sum eisini eru grundaði á mátingar úr Føroyum (Mynd 2). Eisini gjørdu skotar rannsóknarferðir hendan vegin, har teir skipaðu fyri ymsum mátingum.

Mynd 2: Eitt av fleiri veðurkortum í bókini ‘Om Vind og Vejr’ eftir Henrik Mohn, sum kom út í 1872. Gevið gætur, at ein av mátingunum, sum kortið byggir á, er í Føroyum, og at um morgunin hendan dagin, tann 7. februar í 1868, lá eitt lágtrýst yvir Føroyum. Á kortinum er teknað inn væntaða leiðin hjá hesum lágtrýstinum næstu dagarnar.
Hetta er rúgvusmikið tilfar, sum fer at taka drúgva tíð at gera teldutøkt. Um tilfar ella vitan um hesar eldru mátingarnar er kring landið, eins og dømi er við hesari sermerktu bókini, sum IPG í Kvívík fekk frá DMI, so ynskja vit á Veðurstovuni sera fegin at frætta um tað.
Eitt stuttligt ískoyti er at ættarnavnið Gregoriussen aftur er í føroysku veðurtænastuni. Joan Petur Gregoriussen var oldurabbabeiggi veðurfrøðingin Andreas K. Gregoriussen her á Veðurstovuni.
