Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.02.2026 21:10

Frítíðarkortið sett í verk í Sunda kommunu

Mynd: Sunda kommuna

Sunda kommuna

Á býráðsfundi í gjárkvøldi, 25. februar 2026, vórðu leiðreglurnar fyri frítíðarkortið samtyktar av Sunda kommunu.

Sostatt er frítíðarkortið í Sunda kommunu nú galdandi. 

Býráðið samtykti pengar á fíggjarætlanini fyri 2026 til at seta frítíðarkortið í verk. Umsitingin hevur síðani arbeitt við leiðreglum fyri frítíðarkortið og lagt málið fyri til politiska viðgerð. Málið varð einmælt samtykt í trivnaðarnevnd, fíggjarnevnd og í býráðnum. 

Sostatt er frítíðarkortið í Sunda kommunu nú virkið og merkir hetta, at øll børn 0-17 ár hava upp til 2.000kr. árliga at brúka til ítróttar, mentanar og frítíðartilboð. 

Leiðreglurnar fyri hvussu frítíðarkortið virkar kunnu lesast her.

Spjaldur