Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.06.2023 09:51

Fríðka um fornminnini við Prestá

Mynd: Prestá

Leygardagin 10. juni kl 10 verður farið undir at fríðka um fornminnini við Prestá á Skála. Hetta boðar Skála Ítróttarfelag frá Facebook heimasíðu síni.

Tað er ungdómsnevndin hjá felaganum sum skipar fyri. Á heimasíðuni siga tey, at tørvur er á fólkið at hjálpa til. Kommunan eigur umleið 4 kantklipparar, og tískil hevði verði gott við nøkrum afturat, – tó ikki el. Eisini er tørvur á fólkið at taka græs og annað burtur .

Øll hjálp er vælkomin og peningurin, ið kemur inn fyri arbeiðið, fer til ungdómsarbeiðið í felagnum.