Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.12.2025 20:51

Fríði Holm til EB/Streym

EB/Streymur skrivar í kvøld:

EB/Streymur og FC Suðuroy hava gjørt avtalu um, at 23 ári gamli Fríði Holm spælir við EB/Streymi komandi kappingarár. 

Talan er um ein leigusáttmála, sum fevnir um kappingarárið 2026. Fríði Holm er ein framrættaður leikari, sum kann spæla á teimum fremstu plássunum, bæði sum áleypari og á vonginum. Hann er kendur fyri sítt arbeiðssemi og sína ferð, og metir felagið, at hann fer at styrkja um álopspæli hjá liðnum. 

Ítróttarstjórin hjá EB/Streymi, Niels Pauli Danielsen sigur, “Fríði Holm er ein spennandi leikari, sum passar væl inn í spælistílin hjá EB/Streymi, og sum óiva fer at geva liðnum fleiri streingir at spæla uppá í álopsspælinum.”

Fríður Holm sigur, “eg gleði meg til kappingarárið 2026 og eina nýggja spennandi avbjóðing í Sundalagnum”

EB/Streymur bjóðar Fríða Holm vælkomnan í felagið og vit gleða okkum at síggja hann í bláum og svørtum í kappingarárinum 2026.