Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.05.2025 11:57

Friðarráðstevna í Løkshøll: røðan hjá løgtingsforkvinnuni

Teodor Eli Dam Olsen, prestur, Jógvan D. Hansen, námslektari í heimspeki, Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna og Halla Nolsøe Poulsen, stjóri í Nora (Mynd: Løgtingið)

Løgtingið

Í samband við friðarráðstevnu, sum var í Løkshøll 5.mai 2025, luttók løgtingsforkvinnan og helt eina røðu. 

Brot úr røðuni: 

– Eg tori at pástanda, at vandamiklasta hóttanin í heiminum er hvørki fátækradømi, hungur ella veðurlagsbroytingar, sum tó eru ræðandi og oyðandi, men tað er trot á góðum demokratiskum leiðarum. Oddamonnum og -kvinnum sum evna at savna, at leiða rætt og rættvíst – og at byggja brýr ímillum seg og mótpartin, ella fíggindan. At laða steinar soleiðis, at tað styrkir fólkaræðið.

Røðan kann lesast her.