Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.10.2025 08:44

FRÍ- Bókaframløga við Jónu Joensen

Hósdagin 30. oktober klokkan 16:30, leggur Jóna Joensen nýggju bók sína, FRÍ, fram í HNJ bókahandli. Til framløguna koma Janus Kampmann og Guðrun Sólja Jacobsen at spæla nøkur løg.

FRÍ er ein skemtilig bók til ung sum eldri við íblástri til matgerð, lívsstíl, sjálvbjargni, skapandi lív og gleðina at vera á ferð. Ein bók um forvitni, útilív og frísinnaði menniskju, sum finna gleðina í tí einfalda og siðbundna – við hjarta, hondum og hugflogi.

Bókin, ið er skrivað sum skaldsøga, kann eisini nýtast sum ein kókibók, har lesarin finnur alskins uppskriftir.

Tað er Jóna Joensen, ættað úr Syðrugøtu, búsitandi í Sveis, ið hevur skrivað bókina FRÍ. Íblásturin kemur frá uppvøkstrinum í Føroyum, ferðum kring knøttin og lívinum á garðinum í Sveis, sum hon, saman við manni sínum Thomas, hevur umskapað til eitt gistingarhús og eina sjálvbjargna oasu við grønmeti, fruktum, urtum og víni.

Á garðinum finna trý ættarlið gleðina at skapa frá grundini. Afturat ból og bita, bjóðar Jóna coaching og leirskeið í Ryfflihaus. Frí er hennara fyrsta bók.

Øll eru vælkomin!