Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.01.2026 13:21

Fremstu deildirnar nýtt navn

Mynd: Eyp.fo

Fótbóltssamband Føroya

Avtalan við Betri gekk út á nýggjárinum, ið samstundis hevur við sær, at fremstu deildirnar hjá kvinnum og monnum skifta navn til Meistaradeildin.

Eftir átta ár við Betrideildini hjá bæði kvinnum og monnum, fara fremstu deildirnar framyvir at kallast Meistaradeildin.

– Vit vilja takka Betri fyri gott samstarv seinastu árini, ið veruliga hevur verið við til at ment føroyskan fótbótl hesa tíðina. Deildirnar fara nú at broyta navn, og fara framyvir at kallast Meistaradeildin hjá kvinnum og Meistaradeildin hjá monnum, og í næstum fara vit at kunngera nýggja samleikan til kappingarnar.

Tað sigur aðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya, Kristin Dam Ziska við heimasíðuna hjá FSF, í sambandi við at stuðulsavtalan við Betri, ið gekk út á nýggjárinum, ikki varð longd.

Navnið Meistaradeildin er væl kent í føroyskum fótbólti. Frá 1942 til 1975 bar fremsta mansdeildin hetta navnið, áðrenn hon í 1976 fekk navnið 1. deild.

Síðani hava fleiri sponsornøvn verið brúkt:
– Formuladeildin (2005-2008)
– Vodafonedeildin (2009-2011)
– Effodeildin (2012-2017)
– Betrideildin (2018-2025)

Ársins fyrsta umfar í Meistaradeildini hjá monnum 2026 verður sunnudagin 8. mars, meðan fyrsta umfar í Meistardeildini hjá kvinnum er á skránni tvær vikur seinni, sunnudagin 22. mars.