Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.12.2025 07:45

Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

Vinnuhúsið

Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

Landsstýrið hevur sent til hoyringar eitt uppskot um at broyta útbjóðingarlógina, so møguleiki verður at bjóða ávís arbeiði út á øðrum máli enn føroyskum. Hetta merkir, at verkætlanir í summum førum ikki longur skulu hava útbjóðingartilfar á føroyskum.

Uppskotið hevur tó fingið kalda móttøku frá bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagnum, sum í sínum hoyringssvarum átala ætlanina og vísa á, at broytingin bæði viknar føroyska málið og gera kappingartreytirnar ójavnar.

Feløgini leggja dent á, at føroyskt er arbeiðsmál í byggi- og ráðgevaravinnuni, og at tað er avgerandi bæði fyri gjøgnumskygni, fakligar førleikar og javnbjóðis kapping, at útbjóðingartilfar framvegis er á føroyskum.

Hoyringssvarini kunnu lesast í leinkunum niðanfyri:

·       Føroya Handverksmeistarafelag 

·       Ráðgevarafelagið 

Spjaldur