Havstovan
Dr. John Goodlad úr Hetlandi helt almennan fyrilestur á Havstovuni mikudagin, 19. november, har evnið var “The Future of Seafood” – framtíðin hjá mati úr sjónum. Hetta var út frá nýggju bók hansara, “Food From The Sea – The Future of Seafood”.


Bókin sjálv fevnir globalt og tók hann tí bert brot úr henni við. Hann legði fyri við vakstrarhús-árininum frá matframleiðslu – kg koldioxid pr. kg framleidd matvøra = “carbon footprint”: neyta- og seyðakjøt um 30 kg koldioxid pr. kg kjøt, grísur um 12 og høsnarungi 3-6 kg koldioxid pr. kg kjøt. Taka vit so aling og fiskivinnu, liggur laksaframleiðslan um 3 og fiskaveiða undir 3 kg koldioxid pr. kg. Trolveiddur makrelur liggur um 0,5 kg og aldur kræklingur um 0,2 kg.
Eitt annað fyri okkum viðkomandi evni er trupulleikin hjá fiskivinnu-samfeløgum og nýggja rákinum við “Marine Protected Areas” (MPA), har fleiri víðgongdir umhvørvisfelagsskapir arbeiða fyri fullkomnum banni móti fiskivinnu og alivinnu. Hesin trupulleikin er longu komin til Skotlands og partvíst Hetlands eisini. Ein niðurstøða hjá John Goodlad var, at í framtíðini er alneyðugt við dyggum vísindaligum kanningum til burðardygga fiskivinnu og at fáa ein dialog í lag við umhvørvisfelagsskapir, so t.d. MRC og aðrar góðkenningar kunnu vera eitt grundarlag til stýring av framtíðar fiskivinnu og alivinnu.
