Miðnám á Kambsdali
Í 1.g. á búskaparbreytini hava tey arbeitt við bæði kommunum og ungum virki seinastu tíðina. Fríggjadagin og mánadagin sýndu tey úrslitini fram á snotiligum básum.
Næmingarnir, sum hava íverksetan sum vallærugrein, arbeiða í løtuni við sínari vøru og gera seg klár til kappingina Ungt virki, sum verður í næstum. Hinir næmingarnir eru bólkaðir eftir heimakommunu og hava gjørt eina fjølbroytta lýsing av sínari kommunu.
Slíkar verkætlanir eru partur av tvørfakligu og verkligu lærutilgongdini á búskaparbreytini.
Myndir: Miðnám á Kambsdali












