Í kvøld, hóskvøldið 11. juni kl. 18:30, verður stovnandi aðalfundur í bygdahúsinum á Strondum hjá “Vakstrarøkinum á Strondum”.
Skrá:
- Val av fundarstjóra
- Val av skrivara
- Framløga av endamáli felagsins
- Viðgerð og samtykt av viðtøkum
- Val av nevnd
- Áseting av limagjaldi
- Ymiskt
Áðrenn aðalfundin kemur umboð frá Veltuni at hava framløgu um arbeiði hjá teimum, um hvat riggar væl at vaksa í Føroyum, og annað viðkomandi innan grønmetisvelting.
Øll áhugað eru vælkomin.
Vinarliga
Stovnandi bólkurin
