Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.06.2023 16:40

Framløga: Russiski fiskiskapurin í Irmingarhavinum, føroyskum og altjóða sjógvi frá 2020 til 2023

Tíðindaskriv/ Fishfacts

Fishfacts bjóðar inn til almenna framløgu av frágreiðingini: 

“Russiski fiskiskapurin í Irmingarhavinum, føroyskum og altjóða sjógvi frá 2020 til 2023″

mikudagin 14. juni kl.09.00 á Panorama, Hotel Hafnia.

Við støði í AIS dátum, algoritmum og tóllæru hevur Fishfacts fingið til uppgávu at lýsa:

1.    Virksemið hjá russiskum fiskiskipum í Irmingarhavinum frá 2020 til 2023.

2.    Bretland hevur stongt havnirnar fyri russiskum skipum – hvussu nógv russisk fiskiskip landaðu, um- ella uppskipaðu í Stóra Bretlandi í tíðarskeiðinum 2020 til 2023

3.    Ísland hevur stongd havnirnar fyri russiskum skipum – hvussu nógv russisk fiskiskip landaðu, um- ella uppskipaðu í Íslandi í tíðarskeiðinum 2020 til 2023

4.    Lýsa russiska fiskiskapin eftir sild, makreli og svartkjafti frá 2020 til 2023

5.    Um russisk skip ikki sleppa at landa, um- ella uppskipa sild, makrel ella svartkjaft, ið ikki eru fevnd av fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland, hvørji eru útlitini fyri at russisku fiskiskipini bunkra olju og umskipa á opnum havi

6.    Lýsing av farmaflutninginum til og úr Føroyum

Frágreiðingin er umbiðin av:

·      Bergfrost

·      Christian í Grótinum

·      Enniberg 

·      Effo

·      Faroe Agency

·      Faroe Ship

·      Framherji

·      JFK

·      Magn

·      North Pelagic

·      KBI

·      KJ

·      KSS

·      Varðin

·      Vónin

Endamálið við frágreiðingini er at lýsa russiska fiskiskapin í Irmingarhavinum, føroyskum og í altjóða sjógvi í tíðarskeiðinum 2020 til 2023.

Framløgan er almenn. Øll eru vælkomin.