Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
06.10.2022 16:39

Framløga av valskránni: Fólkatingsvalið 2022 Tey ítøkiligu málini og ætlanirnar:

Mynd: Tjodveldi.fo

  1. Vit liva í tíðum, har fólkaræðið er undir stórum trýsti um allan heim. Eisini hjá okkum.
    Avgerðir flúgva yvir høvdið á okkum hvønn dag, sum hava stóran týdning fyri okkara
    land, okkara samfelag og okkara gerandisdag. Avgerðir, sum onnur taka uttanum
    okkum, og sum vit fáa fráboðað frá øðrum, tá ið tær eru tiknar. Vit síggja tað bara
    knappliga henda rundanum okkum – uttan at vit eru spurd ella hava samtykt tað.
  • Vit fáa at vita gjøgnum danskar fjølmiðlar, at Danmark og danskir flokkar hava avgjørt
    at seta ein hernaðarradara upp hjá okkum.
  • Vit síggja kavbátar og herskip á okkara firðum – uttan at Løgtingið og Føroya fólk hava
    samtykt tað ella viðgjørt tað.
  • Vit fáa fráboðan um, hvør kann sleppa inn og út um okkara landamørk – tildømis undir
    korona.
  • Vit fáa fráboðan um, at løgreglan í Føroyum verður broytt og at fregnartænastur kunnu
    avlurta allar føroyingar.
  • Strategiir verða kunngjørdar um, hvat skal henda í okkara sjógvi og okkara landi, uttan
    at Løgtingið og okkara fólkavaldu hava nakra ávirkan.
  • Vit vórðu boykottað á allan okkara útflutning í eitt heilt ár – við donsku stjórnini á
    odda og við avgerandi atkvøðuni hjá einum føroyskum umboði.
  • Danmark hevur fráboðað, at eisini á yvirtiknum málsøkjum skal Danmark nú taka
    avgerðir, tí nú er tað trygdarmál: Telesamskifti, fiskivinna, handil, mentan.
  • Avgerðir og dagsskráir frá Christiansborg og í ES regna niður yvir okkum, sum
    ongantíð fyrr. Og okkara fólkatingsumboðan og okkara fólkatingsumboð verða aktivt
    brúkt til at verja hesar avgerðir her heima í Føroyum. Ella tey siga bara onki.
  • Tey verða brúkt til at flyta okkara fólkaræði niður til Danmarkar. Tey verða brúkt til at
    súgva okkum inn í danskan politikk og at gera okkum til áskoðarar til tað, sum hendir í
    okkara egna landi.
  • Tí stillar Tjóðveldið upp til Fólkatingsvalið. Vit vilja vera vaktarhundurin, sum
    umboðar tað føroysku tjóðskaparsøkina og krevur, at avgerðirnar verða tiknar í
    Føroyum. Vit fara niður fyri at flyta fólkaræðið og avgerðirnar heim.
  • Heldur enn at verja, at onnur taka avgerðirnar yvir høvdið á okkum og seta radarar
    upp í Føroyum, so vilja vit verða ein føroyskur radari á Christiansborg, sum altíð er
    aktivur og skannar alt, sum hevur týdning fyri okkum. Og sendir boð og upplýsingar
    heim til okkara og gera hart og týðiliga vart við alt, sum hendir. Vit eru altíð til arbeiðis
    fyri Føroyar.
  1. Vit blanda okkum upp í øll tey mál, sum Danmark sigur seg hava ræðið á. Uttanríkis- og
    verjumál. Løgreglu og fongsulsviðurskifti. Rættartrygd og rættarskipan. ES-mál.
  • Í løtuni vendir alt øvut. Okkara fólkatingsumboð siga lítið og onki, tá ið tey málini, sum
    Danmark sigur seg hava ræðið á verða avgjørd. Vit vera viðgjørd eins og vóru vit
    Langeland ella Bornholm og Læsø.
  • Ístaðin fara okkara fólkatingsumboð niður á Christiansborg at biðja Fólkatingið blanda
    seg uppí yvirtikin málsøkir við at biðja um pengar til til dømis ítrótt og mentan, sum vit
    eiga at avgera og standa saman um í Føroyum. Fyri at keypa sær atkvøður heima í
    Føroyum.
  • Vit gera – eins og áður – avtalur um, at vit eiga sess og hava atgongd til allar tær
    nevndir, ið viðgera føroysk mál: Uttanríkisnevnd. ES nevnd. Verjunevnd. Rættarnevnd.
  1. – Tjóðveldi hjálpir og tekur øll mál upp hjá einstaklingum og bólkum, sum koma í
    klemmu millum danskar og føroyskar myndugleikar, reglur og skrivstovuveldi. ▪
    Lesandi, pensjónistar, sjúklingar, fylgjarar, fólk, sum skulu flyta og kunnu missa
    rættindi.
  • Tjóðveldið samstarvar virkið við Føroysku ráðgevingina, MFS, Føroyingafeløg,
    samkomur og onnur, sum virka í Danmark og í Føroyum. ▪
  • Vit taka mál upp um rættin at fáa undirvísing í føroyskum til børn, at hava mentanarligt
    og sosialt virksemi, at fáa føroyskan sálarfrøðing til tey, sum tørva tað í Danmark og
    mangt annað
  • Markaforðingar = einføld lóg: Føroyskir borgarar skulu altíð hava somu rættindi, sum
    norðurlendskir borgarar hava í londunum hvør hjá øðrum. Pensjón, fyritíðarpensjón,
    barsilsrættindi til lesandi o.s.fr.
  1. Tjóðveldi útvegar allar upplýsingar, brúkar serfrøði og starvsfólkaorku til at lýsa
    avbjóðingar og krøv til at taka tey málini, sum enn ikki eru á føroyskum hondum heim.
  • Vit brúka fólkatingsessin til at fáa atgongd til alt neyðugt tilfar, seta spurningar til
    danskar ráðharrar og myndugleikar.
  • Loftrúm, rættarskipan, løgregla.
  • Vit reisa støðugt málini á fólkatingi og upplýsa um, hvussu Føroyar hava ment seg í
    øllum málum, har vit sjálv taka ábyrgdina
  1. Tjóðveldi brúkar amboðini á fólkatingi til at upplýsa og skapa virðing um øll føroysk
    tjóðskaparmál.
  • Tjóðveldi fekk til dømis lýst og sett politisku orkuna í Føroyum á at venda fráflyting til
    tilflyting við at útvega hagtøl, upplýsingar og samrøður við føroyskar útisetar.
  • Vit vilja fylgja upp hetta arbeiðið og gera støðugar kanningar og samrøður um útisetar
    og ynskini um at flyta heim.
  • Tjóðveldi fekk gjørt Heimsmálini hjá ST til føroyskt mál og evni í Føroyum.
  • Vit brúka føroyska og altjóða serfrøði at lýsa og staðfesta við kanningum og
    ráðstevnum okkara rættindi og skyldur at vinna burðardygt úr náttúrutilfeinginum
  • Vit taka umhvørvisfelagsskapir beint á, og bjóða til ráðstevnur og samrøður, har vit
    verja okkara rætt at drepa grind og veiða burðardygt.
  • Vit brúka føroyska og altjóða serfrøði at lýsa okkara mál og rættindi sum tjóð – okkara
    politisku og búskaparligu rættindi og okkara rætt at loysa og verða viðurkend av
    Sameindu Tjóðum.
  • Vit hava daglig sambond við altjóða stovnar, sendistovur og fara út í heim við
    fólkatingsnevndum at tala Føroya søk
  • Fyrsta vit fara undir nú: Kanna og lýsa alt peningarenslið millum Føroyar og Danmark.
    Handil, gjøld fyri tænastur, agentur hjá fyritøkum, stroymingartænastur og altjóða
    fyritøkur o.s.fr.
  1. Danmark hevur ongantíð viðurkent, at Føroya fólk er ein tjóð við sjálvsavgerðarrætti.
    Tað merkir, at tað eru bert vit – Føroya fólk – ið eiga avgerðina um at gerast
    sjálvstøðug tjóð – og at vit hava rætt at samráðast eftir altjóða reglum og rætti uttan
    trýst og forðingar.
  • Danmark góðtekur heldur ikki, at vit samtykkja okkara egnu grundlóg, men heldur
    uppá, at tað er Fólkatingið og danska stjórnin, sum eigur avgerðina og kann blanda seg
    uppí, hvat stendur í okkara grundlóg.
  • Hví skulu tey ikki viðurkenna tað? Hvør er trupulleikin?