Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.06.2025 12:59

Framløga av staðarnøvnum á Selatrað

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Sunnudagin, tann 22. juni kl. 14.00, verður forkunnugt tiltak á Selatrað. Tiltakið er sprottið úr tí stóra arbeiði, sum Símun Mittún, Max Cecil Weihe og Kári Jacobsen hava gjørt tey seinastu fýra árini. Teir tríggir hava – innangarðs og uttangarðs á Selatrað – skrásett gott og væl 600 staðarnøvn á tað almenna talgilda kortið hjá Sjóvar kommunu. Til mong av staðarnøvnunum eru knýttar frálíka góðar fotomyndir – bæði nýggjar og gamlar – umframt áhugaverdar frágreiðingar. Greitt verður eisini frá, hvussu tað talgilda kortið virkar, og hvussu fólk kunnu síggja staðarnøvn, frágreiðingar og myndir – t.d. á fartelefonini á einum gongutúri í haganum ella í bygdini.

Byrjað verður kl. 14.00 á Smoltstøðini, har kommunan bjóðar kaffi v.m., og teir tríggir fróðarmenninir hava sína framløgu. Ein røð av útvaldum staðarnøvnum verða víst á kortinum og lýst meiri gjølla við myndum og frágreiðingum.

Eftir framløguna á Smoltstøðini verður farið ein gongutúr í bygdini, har greitt verður frá staðarnøvnum á leiðini. Túrurin endar aftur á Smoltstøðini, har høvi verður at fáa sær ein eyka kaffimunn og práta saman.

Øll eru hjartaliga vælkomin til Selatraðar hendan dagin.