Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.02.2026 14:10

Framherji yvirtekur nýggja Fagraberg 1. mars

Anfinn Olsen, reiðari á Framherja. Mynd: Eysturoyarportalurin

Tað sigur Anfinn Olsen reiðari á Framherja í Fuglafirði við Eysturoyarportalin.

-Vit fáa nýtt skip 1. mars í ár, tá ið vit yvirtaka hetlendska trolaran, Serene sum er bygdur í 2018, og sum kemur at verða nýggji Fagraberg. Loyvini hjá gamla Fagraberg verða tá flutt yvir.

Ætlanin, er so at gera klárt at taka alt í land av “gamla” Fagraberg og seta hann til sølu.

Keypsprísurin fyri “nýggja” Fagraberg er 250 mió, upplýsir Anfinn Olsen.

Anfinn Olsen leggur afturat, at okkurt skal tó gerast við nýggja Fagraberg áðrenn hann fer til fiskiskap, og skal hann tí á beding fyrst. Men tá ið tað arbeiðið er liðugt, so kemur hann til Føroyar og inn á Fuglafjørð.

Akkurát nær tað verður er ikki heilt greitt enn. Men møguliga um 10 ella 12. mars. Og tá verður væntandi eisini okkurt gjørt burturúr.

Tvey nýggj skip í ár

Eftir ætlan, so verður tað ikki bert ein nýggjur Fagraberg, sum reiðaríið Framherji í Fuglafirði yvirtekur í ár.

-Um alt gongur so nøkulunda, so kemur eisini nýggi partrolarin Lerkur í flotan hjá okkum. Men tað verður seinni í ár, nokk tætt við árskiftið, sigur Anfinn.

Lerkur verður systurskip hjá Sjúrður Tollaksson, hjá P/F Varðanum, og fara teir at partrola.

Russlandssáttmálin ein lívæðr

-Tíbetur bleiv ein avtala gjørd við Russland um Barentshavið. Tað ger, at vit fáa tríggjar túrar har yviri, sigur Anfinn.

Og sipar til verksmiðjutrolarin Akraberg, sum roynir í Barentshavinum.

– Men verður farið aftur til vanligar tíðir í Barentshavinum, so plagdi tað at verða heili fimm túrar. So tað er ein sera stórur munur á nú og fyri nøkrum árum síðani.

-So nú verður dúvað meira uppá rækjurnar, har dagatalið er óbroytt, sigur hann.

Hann dylir tó ikki fyri, at um eingin avtala bleiv gjørd við Russland, so kundi avleiðingin væl verið, at reiðaríið var tvungið at selt skipið.

-Tað skal jú nógvur peningur forvinnast fyri at kunna svarað hvørjum sítt við einum so stórum skipið, sum bygt er til akkurát hatta fiskaríið og hasa avtaluna, sigur Anfinn Olsen.

Makrelurin og svartkjafturin

-Makrelkvotan er farin mest niður, men tann prísurin er eisini farin mest upp. So tað javnvigar so nøkulunda.

-Vit sleppa at fiskað umleið 40% við Hetland, har prísurin er væl hægri enn prísurin á makrelinum sum verður fiskaður í føroyskum sjógvi.

-Tað eru tveir heilt ymiskir marknaðir. Makrelurin sum verður fiskaður við Hetland fer allur til marknaðir í Asia, har prísurin er sera góður. Meðan makrelurin, sum verður fiskaður undir Føroyum, mest verður seldur til Evropa og Afrika har prísurin er væl lægri, sigur Anfinn.

-Svartkjafturin er Føroya størsti stovnur. Tað er størsta kvota vit hava. Tað eru størstu rættindi vit eiga í einum fiskaslagi. Tí rakar tað sera meint, tá ið svartkjaftakvotan fer niður, sigur hann.

Svartkjaftakvotan minkaði nógv og er farin heili 41% niður frá í fjør. Tað varð tað sum ICES mælti til og strandalondini, Norra, Føroyar, ES, Bretland og Ísland blivu samd um.

-Prísvøksturin hevur ikki verið tann sami, sum við makrelinum, so tann niðurskurðurin við svartkjaftinum á 41% er tíðanverri ikki útjavnaður.

Hóast ein so stóran niðurskurð, so letur Anfinn tó væl at sjálvum stovninum og væntar at hann nokk kemur uppaftur.

Men leggur tó afturat, at niðurskurðurin má ikki fara longur niður enn hann er nú, tí so kemur at sansa at í tí føroyska búskapinum.

-Svartkjafturin hevur ein alstóran týdning fyri Føroyar og føroyska búskapin, tí har rennur uppisjóvarvinnan og alivinnan saman. Tí stórur partur av svartkjaftinum, sum kemur upp á land her í Fuglafirði, verður gjørdur til alifóður, sum so verður selt til alifeløgini her í Føroyum og eisini uttanlands.

-Hetta er einasti fiskur sum hevur ein innlendismarknað. Svartkjafturin minkar um okkara innflutning og veksur um okkara útflutning, bæði av mjøli og lýsi, sigur Anfinn Olsen, reiðari á Framherja.

Reiðaríið í Fuglafirði hevur sjey skip, meðan tað áttanda er á veg, sum fiska uppsjóvarfisk, botnfisk og rækjur í føroyskum og altjóða sjógvi. 

Framherji, hevur í flotanum, umframt nýggja uppsjóvarskipið Fagraberg og trolarin Lerk, sum kemur seinni í ár, eisini verksmiðjutrolarin Akraberg, uppsjóvarskipið Høgaberg, frystilínuskipini Stapan og Jógvan I., og partrolarnir Bak og Falk.

Fagraberg á Fuglafirði í dag. Mynd: Eysturoyarportalurin