Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
05.12.2024 17:52

Framherji 30 ár á bakið

Mynd: Framherji

Tað var ongantíð gjørt nakað stórt burturúr 10. November í ár. Ein stórur dagur í Fuglafirði og vinnulívinum í økinum. Dagurin, tá ið Sp/f Framherji bleiv 30 ár.

Sambært felagnum, so varð ætlanin allatíðina at hátíðarhalda nýbygningin Høgaberg og 30 ára dagin hjá Sp/f Framherja í somu veistlu. Tað sigur Rósa Olsen, ein av eigarunum í Sp/f Framherja og dóttir reiðarin Anfinn Olsen.

-Arbeiðið við nýggja Høgabergi hevur drigið út. Eftir ætlan skuldi uppsjóvarskipið verða liðugt á sumri 2024. Men so bleiv ikki. Og áðrenn vit visti av, so var 10. november farin framvið. Tó vóru vit mint á dagin við einum stórum vøkrum blómutyssi og heilsan úr Íslandi frá okkara fyrrverandi samstarvsfelagum, sigur Rósa Olsen.

-Fyri 30 árum síðani, tann 10. november 1994, varð Akraberg keyptur og hettar varð samstundis byrjanin á Sp/f Framherja. Men enn er spurningurin ofta havdur á lofti, millum tey í familjuni, um stovningardagurin varð 10. ella 11. november. Akraberg varð keyptur á tvingsilsølu tann 10. november, meðan felagið varð stovnað dagin eftir, tann 11. november, sigur Rósa Olsen flennandi.

Nógv er hent síðani tá, og í dag telist felagið millum størstu fiskivinnuaktørar í Føroyum. 

Høvðusvirksemi er at reka fiskivinnu. Flotin telir tvey línuskip, tvey uppsjóvarskip og eitt verksmiðjuskip.  

Tað arbeiða uml.150 fólk tilsamans í felagnum í dag.

Søgan hjá Sp/f Framherja byrjaði tá ið verksmiðjutrolarin Beinir skuldi seljast á tvingsilssølu 10. november 1994. Skipið, sum var lutfalsliga nýtt, varð bygt í 1987.

Skipið, ið fekk navnið Akraberg, fór í vinnu í februar í 1995 eftir umbygging.

Í søguni um Framherja stendur skrivað at grundarlagið fyri áhuganum í fiskivinnu og skipum er lagt frá barnsbeini hjá bæði Elisabeth og Anfinni. Elisabeth vaks upp í Fuglafirði, har nógv vinnulívsvirksemi var á sjógvi og landi.

Á Toftum, í barnaheiminum hjá Anfinni, stovnaðu pápi Anfinn, Jógvan Ingvard Olsen – saman við øðrum toftamonnum – P/F Regn í 1968, og longu í 1969 fór nýbygdað línuskipið hjá felagnum, Stapin, í vinnu.

Elisabeth og Anfinn lósu bæði fiskivinnufrøði á lærda háskúlanum í Tromsø í Noregi í 1980’unum. Lívsleiðin hevur lagað seg so, at felags áhugamálini hava samantvinnað teirra heima- og vinnulívsvirksemi soleiðis, at tey í felag reka Sp/f Framherja og tess dótturfeløg. Íslendsku vinarbondini frá lestrartíðini blivu til ítøkilig átøk, tá samstarvið við Samherja HF bleiv til Sp/f Framherja í 1994. Síðani hevur felagið ment seg til eitt av størstu samtøkunum í føroyska vinnulívinum.

Fyrr var ognarluturin hjá Samherja áleið 24%. Í dag er allur ognarluturin í Sp/f Framherja føroyskur. 

Les eisini: Anfinn Olsen -Eg eri uppvaksin við at vit hava havt skip