Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.09.2025 17:33

Framfýsni vinnulívsmaðurin og víkingafjeppari, ið sprettur er úr Grógv

Páll er í dag ímyndin av P/F Fiskavirkinum, har hann hevur havt sina dagliga gongd mest sum alt sítt lív. Mynd: Eyp.fo

Grein/ Eyp

Tað er altíð full ferð har hann er. Ongantíð situr hann í frið serliga leingi. At liggja á løtu síðuni stendur ikki í hansara orðabók.

Arbeiði, stríðsvilji og framfýsni, eru nakrar av dygdinum, sum frá foreldrum hansara, eru løgd í frá barnsbeini, og sum hevur verið við til at mynda lív og lívsskoðan hansara síðani.

Páll Gregersen, sum í dag er 66 ára gamal, hevur júst gingið, og runnið, eitt hálvt maraton sum varð hildið í vikuskiftinum, tá ið Føroya vakrasta maraton 2025, varð á skránni.

Annars er hann í lokalaumhvørvinum vanliga at síggja úti hvønn dag, antin uppi í einum stiga og málar okkurt á húsini, ella á súkklu antin einsamallur ella saman við abbabørninum. 

Men sum oftast til gongu, í mest sum øllum veðrið, við hundinum Snar við sína trúføstu lið.

Hann, hóast ikki nakar ársungi longur, so hevur hann nógv um oyrini hvønn tann einasta dag og er uppií nógvum í senn. 

Antin tað er á Fiskavirkinum í Norðragøtu, har hann hevur sína dagligu gongd, ella við fótbóltsvøllin í Sarpugerði har hansara hjartabarn Víkingur heldur til.

Ella í Gøtu kirkju har hann plagar at syngja fyri ella til obligatoriska innanduratíman á Kambsdali, sum hann hevur verið partur av heilt síðani høllin lat upp fyri uml. 40 árum síðani. Bert fyri at nevna nøkur dømi.

Hann hevur eisini sitið, og situr eisini, á nógvum ymiskum álitispostum. Hann hevur millum annað verið stjóri, bygdarráðsformaður, fótbóltsformaður, og nevnadarformaður, umframt at verða í ymiskum nevndum.

Og gekk hann eisini á odda saman við Jógvani I. Olsen, Olaf Olsen og øðrum monnum, at stovna Fiskamarknað Føroya, sum heldur til á Toftum.

Í 1986 varð hann valdur inn í bygdaráðið í Gøtu kommunu, bert 27 ára gamal. Og á heystið 1989, á kommunuvalinum, varð hann valdur til borgarstjóra, ella sum tað varð kallað tá, bygdaráðsformann. Har sat hann fram til 1993.

Við einari tílíkari lívleið er heldur ikki løgið at hansara meiningar eisini viga tungt millum manna. Og hann er heldur ikki bangin fyri at siga sína hugsan, tá ið hann heldur at alt ikki ruggar heilt rætt.

Hansara vitan og meiningar innan samfelagsbygna, vinnulívið og ítróttin hava eina jarðiska tyngd, sum eisini ger, at lurta verður eftir tá ið hann tosar. 

-Eg eri sikkurt fullur í damp, men nú er ov seint at fara at kannað tað, sigur hann við einum stórum smílið, nú hann situr í kantinuni á sínum egna virkið og hugleiðir eitt sindur, og hevur júst fylt sær koppin, við PRG-búmerkinum á, fullan av kaffi.

Páll situr á kantinuni á Fiskavirkinum, har hann hevur sina dagliga gongd. Mynd: Eyp.fo

Vinnulív í æðrunum

Páll Gregersen er vinnulívsmaður um ein háls. Bæði í móður og faðirætt rennur vinnu-og arbeiðislívið gjøgnum æðrarnar.

Hann er sonur kenda vinnulívsmannin, lokalpolitikarin og syðrugøtumannin, Oddfríða Gregersen, og Hjørdis, fødd Petersen, sum varð dóttir Petru og S. P. Petersen, eisini kallaður Piddi, sum rak reiðaravirkið við sama navni í Fuglafirði. 

Teir eru tríggir beiggjar. Hann er miðlingasonurin og býr í Syðrugøtu. Atli Gregersen, sum er elstur, er búðsetandi í Sandavági, meðan Regin Gregersen, sum býr í Søldafirði, er yngstur.

Páll er í dag nokk ímyndin av P/F Fiskavirkinum, eitt felagið sum abbi hansara, Jóan Pauli Gregersen í Syðrugøtu, var við til at stovna, men sum í dag heldur til á kaiøkinum í Norðragøtu. 

Hann hevur starvast í familjufyritøkuni mest sum alt sítt lív. Bæði sum smádrongur, tá ið hann rann aftaná pápa sínum og hjálpti til í Turkhúsinum í Syðrugøtu, og síðani, tá ið hann gjørdist virkisleiðari á sjálvum virkinum, og til endans, tá ið hann tók yvir sum stjóri.

Í dag hevur hann tó givið nógv av staffettini víðari til hin partaeigarar í felagnum, Brand Jacobsen, sum í dag er stjóri á virkinum og tekur sær av dagliga virkseminum.

Eitt kent andlit á Fiskavirkinum 

Páll sigur, at hann í dag kallar seg bara fyri “sølumann”, samstundis sum hann eisini er nevndarformaður í felagnum. 

Hann er dagliga á virkinum og hevur enn sum áður fingurin á pulsinum hvat í gongur fyri seg, men tekur ikki longur allar avgerðir í gjøgnum dagin, sum hann gjørdi fyrr. 

Hann hevur tó ikki heilt slept endanum, men sigur, at hann nú hevur betri tíð til ymiskt annað, so sum at ferðast, ganga í náttúruni og at taka sær av løttum saman abbabørnunum.

-P/F Fiskavirkið er eitt stórt arbeiðspláss. Nokk tað størsta á landi í Gøtu. Tað hevur tað verið í yvir ein mansaldur, sigur hann.

Eisini í teimum truplu tíðinum í 90´inum, tá ið kreppan rakti, var P/F Fiskavirkið ein stað sum gav bygdafólkinum arbeiðið og eina løn, sum gjørdi at tey kundu svara sínum sítt.

Eitt skifti, undir kreppuni, arbeiddu eitt nú heili 10 mans á tiltikna besta liðnum hjá GÍ á virkinum, sum tá vann heili 4 FM-heitir upp í slag.

-Á virkinum í dag starvast fólk úr ikki færri enn 12 ymiskum tjóðum, sigur Páll, sum viðgongur, at nógv er broytt teir seinastu árini, tá ið tað kemur til arbeiðsmegið og starvsfólk aðrastaðnis frá. 

Páll á einum av sínum mongu uttanlandstúrum við Víkingi. Mynd: Eyp.fo

Ein fyritøka sum verður 100 ár

-Tað hevur áður verið arbeitt bæði sild, klippfiskur og laksur á virkinum seinastu øldina, men í dag verður bert arbeitt við saltfiski.

P/F Fiskavirkið, sum hevur sølunavnið PRG, hevur eina stolta søgu á baki við framleiðslu av hágóðsku saltfiskavørum til útflutnings, serliga til italienska, spanska og portugisiska marknaðin. 

Rávørugrundarlagið undir PRG er toskur, bromsa og longa, harav toskurin er høvuðsfiskaslagið.

-Í 2029 verða tað 100 ár síðani familjufyritøkan varð stovnað úti í Grógv í Syðrugøtu, sigur hann, bæði eymjúkur og stoltur á málinum og hyggur niður á kaffikoppin við PRG-búmerkinum.

Páll sigur, at summir av verandi kundunum í dag, hava tey havt líka síðani 1981. Og at hann hevur verið í fleiri brúdleypum hjá børnunum hjá hesum kundunum gjøgnum árini.

Hann dylir ikki fyri, at fleiri av hesum kundunum eru meira enn bert vanligur kundar, og tað er tí umráðandi at halda slík persónlig viðurskiftið við líka. 

Bara hesa løtuna samrøðan verður gjørd, hevur hann tosað í telefon við kundar úr bæði Grikkalandi, Portugal og Italia, sum hann kennir væl.

-Hetta er ikki komið eftir einum degi. Hesi persónligu sambond eru uppbygt gjøgnum mong ár, eisini tá ið pápi var stjóri, sigur hann avgjørdur á málinum.

Ein stríðsmaður á fótbóltsvøllinnum

Sum hjá so mongum dreingjum í Gøtu, so hevur hugurin serliga ligið til fótbóltin. Og Páll er einki undantak.

Hann minnist aftur á, hvussu vánaligar fótbóltsumstøðurnar vóru í Gøtu, tá ið hann var smádrongur.

-Her í bygdini vóru sum so ongar orduligar umstøður at spæla fótbólt, sum vit kenna tað í dag. Á Oyrini, her í Norðragøtu, var okkurt sum líktist einum vølli, har fótbóltur og hondbóltur varð leiktur. 

– Tá ið so grúsvøllurin í Sarpugerði kom í 1965, var tað í nútíðar brillum, ein vánaligur grúsvøllur, sum var ójavnur, holutur og ofta fullur í vatni. Minnist, at har varð eisini krita upp til at spæla hondbólt, tá ið eg var ungur, sigur hann.

Hann sigur, at fótbóltsmentanin var vánalig í Gøtu tá. Men byrjanin, til stórheitsíðina hjá GÍ, byrjaði í 1976. Tað var við einum talentfullum unglingaliðið og einum orkuríkum og sera krevjandi venjara, í íslendska Gísla Magnússon.

-Vit byrjaðu við einum unglingaliðið sum Gísli tók sær av. Grundarlagið og leikaratilfarið var gott. Og venjingin var grót hørð. 

-Til dømis varð runnið niðan í fjøllini við monnum á bakinum, so menn spýðu av berari møði. Og tað vísti seg eisini til endans at geva úrslit, sigur Páll, sum var liðformaður á føroyska dreingjalandsliðnum í 1976, sum vann 1-0 á Íslandi.

-Vit vunnu unglingadeildini og steypakappingina í 1976 og 1977. Og tað varð byrjanin. Eftir tað gekk tað bara ein veg, og tað var uppeftir, sigur Páll.

Ein stór avgerð var eisini tikin á heystið í 1977 í gamla GÍ-húsinum. Tað var, um GÍ skuldu halda áfram við unglingum ella tekna liðið til vaksmannafótbólt í 1978. 

Avgerð var tikin at unglingaliðið, skuldu royna seg í 3.deild, sum eisini varð kallað miðaldeildin.

-Hetta var vaksmannafótbóltur, og sluppu vit tískil veruliga at royna okkum móti vaksnum monnum.

-Og avgerðin má sigast at hava verið røtt. Vit fluttu upp beinanvegin, og vunnu 3. deild í 1978, og fluttu sostatt upp , sigur hann um liðið sum hann var ein partur av fyri umleið 50 árum síðani.

Ungu mennirnir hjá GÍ steðgaðu ikki so, og árið eftir komu teir í hálvfinaluna móti B71, um at flyta upp í 2. deild.

Í fyrru hálvfinaluni móti B71, sum varð leikt í Sarpugerði, endaði tað við 3-1 sigri til GÍ.

-Ein nokkso stuttlig hending sum eg minnist frá tí dystinum var, tá ið søðan var 1-1. B71 hildu seg hava skorað til 2-1, men dómarin kolldømdi málið. Allir B71-leikararnir gjørdust í øðini um avgerðina og runnu yvir til dómarin fyri at skelda, men meðan teir gera tað, so settu vit spælið í gongd og skoraðu til 2-1, sigur hann skemtandi og hyggur yvir á onkan av gomlu liðfelagunum frá tí liðnum, sum í dag arbeiður á virkinum og sum nú eisini situr í kantinuni og fær sær kaffi.

Hann minnist, at nógv gøtufólk høvdu leita sær suður til Sands at hyggja eftir seinnu hálvfinaluni. GÍ taptu 1-0, men vunnu samanlagt 3-2. 

Men av tí at 1.deild um tað mundi, bleiv broytt frá at hava 7 lið til 8 lið í deildini, so fluttu bæði GÍ og SÍ, sum vann hina hálvfinaluna, beinleiðis upp í 2. deild. 

-So vit vistu longu áðrenn finaluna móti SÍ, at vit høvdu flutt upp, sigur hann við einum stórum smílið.

Páll sigur, at á veg til hús aftaná dystin á Sandi, á kaiini í Skopun, spurdu onkur pápa hansara, hví hann sá so misnøgdur út, nú GÍ júst var flutt upp í 2. deild.

-Tá segði hann tey kendu orðini, eftir 1-0 ósigurin: “Vit fluttu við reyvini upp í 2 deild”, sigur Páll flennandi í kíki.

-Í 1979 spældu vit í næstbestu deildini bert tað eina árið, og kann til stuttleikar nevna, at vit vunnu allar dystirnar tað árið, nakað sum nokk var óhoyrt áðrenn kappingarbyrjan, sigur hann við einum stórum brosið, nú prátið er um gamlar dagar á fótbóltsvøllinum er í hæddini.

Hann leikti fyrstu ferð í bestu deildin í 1980. Hann og liðfelagirnir endaðu nummar 4 fyrsta árið. Og hevur GÍ, og seinni Víkingur, verið í bestu deildini líka síðani tá.

Sjálvur var hann við til at vinna meistaraheitið við GÍ í 1986 og Ísafjarðarsúluna, sum steypakappingin kallaðist tá, í 1985.

Men í 1989 gavst hann á hægsta stigið, tá ið, serliga arbeiðsuppgávurnar gjørdust ov nógvar og tíðin til at venja fleiri ferðir um vikuna ikki rakk til longur.

Í Letlandi, tá ið Víkingur møtti FK Liepaja. Mynd: Eyp.fo

Víkingur um ein háls

Tað var í byrjanini av 2006, at fólk úr bæði Leirvík og Gøtu fóru at spæla sær við tankan, um tað ikki hevði verið skilagott at lagt LÍF og GÍ saman til eitt felag. Ein av hesum var Páll Gregersen. 

Hann sigur, at hesin tankin byrjaði at mæla í høvdinum á sær fyrstu ferð á Skála, lagnudagin í 2005, tá ið GÍ varð um reppið at flyta niður í næstbestu deildini.

Hóast hann var gulur og bláur og sambært Faroesoccer hevði leikt 72 dystir á besta liðnum hjá GÍ frá 1980 til 1989, so merkti hann og fleiri við honum, at okkurt serstakt mátti gerast, um fótbólturin í økinum skuldi klára at fylgja altjóða gongdini og verða kappingarførur við stóru feløgini í landinum. 

-Og í 2006 varð sjøtil so settur á arbeiðið at leggja GÍ og LÍF saman í eitt felag, sigur Páll, sum eisini var ein av oddamonnunum í 2008 sum stóð fyri sjálvari samanleggingini av fótbóltsfeløgunum báðum. 

Fyrstu trý árini varð hann eisini formaður í nýggja felagnum. Frá stovnaðini í 2008 og fram til 2011, tá ið núverandi formaður, Brandur Jacobsen, tók við. 

Tað eru fáir dystir í Sarpugerði ella uppi á Brekku, hjá besta og næstbesta liðnum, sum hann ikki er til. Samstundis, sum at hann eisini dúvliga er til dystir hjá ungdómsliðunum.

Og kann hann eisini hoyrast millum allar áskoðarnir, serliga tá ið spælið ikki gongur so væl hjá Víkingi, har hann við sínum eyðkenda ýlið “Kooommmm sooo Víkingurrrr!” koyrir á sínar menn.

Tað var annars vorðin sum bitið, tá ið stórfelagið, turkiska Besiktas, kom úr pottinum í 2010 og gjørdist fyrsta evropeiska mótstøðuliðið hjá nýggja samanlagda felagnum úr Eysturkommunu.

Sum formaður, so varð Páll við á ferðini til Istanbul. Og hevur hann verið fastur fúsur at ferðast við til heilt nógvar av útidystinum hjá Víkingi í Evropa líka síðani tá. Fyrst sum formaður og síðani sum vanligur fjeppari. 

Serliga minniligir hava onkrir túrar verið, sigur hann. T.d. hevur hann verið mestsum einsamallur víkingaáskoðari í fjarskotnum londum, bæði yviri í Georgia, tá ið Víkingur møtti Torpedo Kutaisi, og í Kosovo tá ið Víkingur, heilt óvænta, vann 4-1 á KF Trepca 89. 

-At verða við, tá ið Víkingur spælir útidystir í Evropa er nakað heilt serligt, sigur hann avgjørdur, og hyggur gjøgnum vindeyga út á Gøtuvík.

Hann nevnir samanhaldið, hugnan og tann serliga stemmningin sum er millum víkingafjepparnar, tá ið teir savnast í einum evropeiskum býi í nakrar dagar. 

-Tað er heilt fantastiskt at verða saman við hesum fólkunum, heldur hann og leggur afturat, at tey sum ikki havt roynt tað, kanska skuldu komið við næstu ferð.

Í summar var heldur einki undantak. Hann varð við á Gibraltar í juli mánaði, tá ið Víkingur møtti Lincoln Red Imps.

Og seinast, var hann við í Belfast í Norðurírlandi í august mánaði, tá ið Víkingur leikti móti FC Linfield á Windsor Park, har hann eisini hátíðarhelt sín 66 ára føðingardag.

Víkingur hevur júst lagt seg á odda á Planet Group Arena móti Gent niðri í Belgia. Mynd: Eyp.fo

-Víkingur er mítt lið. Okkara felagskapur! Eg eri glaður at vit tóku hesa avgerðina at leggja feløgini saman. Kanska øll vóru ikki líka glað um hetta og onkur mutaði ímóti, men eg haldi at tíðin hevur víst at vit gjørdu rætt, sigur hann avgjørdur og reisir seg upp at fylla sær upp í tóma koppin av kaffi.

-Og at kommunurnar eisini løgdu saman, hevur bara verið við til at gjørt alt lættari og smidligari at verða eysturbúgvi, sigur hann, nú samrøðan er um at verða av og telefonin aftur byrjar at ringja. 

Hesuferð er tað ein kundi úr Italia sum vil vita hvussu prísirnir eru hendan dagin.