Týsdagin 29. august, fekk Brimil boð um at Fram hevði trupulleikar, og tørvaði sleip til lands.
Fram var ávegis inn av makrelfeltinum í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar, tá teir fingu trupulleikar.
Brimil kom til Fram mikumorgun 30. august, og byrjaði at sleipa ímóti landi.
Skipini komu á Fuglafjørð, har Fram nú skal landa.
Teinurin at sleipa var 210 fjórðingar, so her var talan um eitt av teimum longru sleipunum hjá Brimli.