Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
10.11.2025 21:37

Frálíkar jólagávur og nýtt hugnaligt jólatiltak!

Sunnudagin 16. novembur verður rættiligt lív í niðri á Brandstøðini í Leirvík, tá eitt nýtt og spennandi jólatiltak fer av bakkastokki. Á skránni verður søla av alskyns heimavirkaðum lutum, bakstri, góðgæti, jólaprýði og øðrum.

Endamálið við tiltakinum er, at geva fólki høvi at selja síni kreativu verk, samstundis, sum vit ynskja at savna fólk til felags jólahugna. Tað verður eitt gott høvi at finna ta serligu jólagávuna – gávuna, sum er gjørd við nærleika og kærleika, kanska frá einum, sum tú kennir.   

Dagurin verður tó meira enn jólamarknaður. Eitt nú, fer brandbilurin at koyra túr við børnunum, til ber at taka jólamyndir til jólakort, teknikapping verður fyri børn, hugnarúm til tey smáu við jóla-teknifilmi o.a. 

Eisini ber til at vitja áhugaverda og fjølbroytta málningaframsýning, og ikki at gloyma, so verður livandi tónleikur við góðum felagssangi, har øll kunnu stemma í.

Tað verður rættiligur jólahýrur kring alt húsið. Á hugnaligari jólacafé, har jólatónar seta dám á løtuna, ber til at seta seg niður at njóta ein kaffimunn við onkrum góðum afturvið.

Tiltakið er sprottið úr ynski um at skapa samanhald og geva pláss fyri fjølbroytta kreativitetinum, sum finst millum eysturbúgvar. Vit gleða okkum at síggja tykkum. 

Øll eru hjartaliga vælkomin!