Sjóvar kommuna
Eftir 40 ár sum kommunulæknaavloysari, hevur Anneke Højrup tikið avgerð um gevast.
Hin 15. juni 1985 byrjaði Anneke Højrup sum kommunulæknaavloysari í Skála læknadømi. Tá var viðtala á Skála og á Strondum, og læknin ferðaðist ímillum viðtalurnar. Sigvald Kristiansen var tá kommunulækni í okkara øki, og Anneke kom at avloysa hann í summarfrítíðini.
Síðani tá hevur Anneke virkað sum avloysari í læknaviðtalunum á Skála og Strondum í styttri og longri tíðarskeið hvørt ár.
Í samband við, at Anneke nú leggur frá sær, verður skipað fyri fráfaringarløtu, har høvið verður at heilsa uppá hana.
Fráfaringarløtan verður í kirkjuhúsinum á Strondum fríggjadagin 24. oktober millum kl. 17:00 og 19:00. Kommunan bjóðar ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Sjóvar kommuna