Fíggjarmálaráðið
Starvsfólk hjá landinum kunnu nú sjálvi gera av, nær tey fara frá fyri aldur. Fíggjarmálaráðið hevur í dag strikað rundskrivið um fráfaringaraldur
Landsstýrið metir, at tíðin er farin frá einum føstum fráfaringaraldri. Fólk liva longur, hava betri heilsu, og fleiri vilja fegin arbeiða longur, meðan onnur vilja steðga tíðliga. Tað eigur at vera ynskið og lívsumstøðurnar hjá hinum einstaka, ið avgera, nær ein fer frá fyri aldur.
Fráfaringaraldurin hjá sáttmálasettum starvsfólkum hjá landinum hevur fram til í dag verið 72 ár. Nú rundskrivið um fráfaringaraldur er strikað, hava starvsfólk hjá landinum ikki longur nakran ávísan fráfaringaraldur, og frameftir kunnu tey sjálvi gera av, nær tey fara frá fyri aldur.
Næsta stig verður at dagføra og gera vegleiðingar, sum tryggja, at eldri starvsfólk fáa tryggar og javnbjóðis arbeiðsumstøður seinastu árini á arbeiðsmarknaðinum.
Eg fegnist um, at vit í Føroyum umsíðir fáa eina meiri tíðarhóskandi skipan, ið ikki ger mismun á fólki vegna aldur. Eina rættvísari skipan, sum letur hin einstaka avgera, nær ein fer av arbeiðsmarknaðinum, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
