Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.09.2024 10:52

Fráboðan um fund í Náttúrufriðingarnevndini

Sunda Kommuna

Við hesum verður boða til ástaðarfund í nevndini týsdagin 17. septembur 2024 kl. 09.00. 

Møtt verður við Svartá nr. 53, 436 Saksun.

Til viðgerðar: Umsókn um loyvi at byggja skúr á matr. nr. 7 í Saksun. 

Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi, kunna møta á staðnum og kunna tey, ið møta á fundi, fáa høvi til at bera síni sjónarmið fram munnliga ella við skrivliga at lata tey inn.

Tey, ið hava fingið fundarboð, og ikki ynskja at koma til fundar, eiga rætt til skrivliga at senda nevndini umrøðu av málinum, sambært § 13 stk. 5 í náttúrufriðingarlógini (løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing). Umrøðan má í seinasta lagi verða sýslumanninum í hendi fundardagin.

Kristjan Martin Joensen,
sýslumaður