Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.05.2025 08:23

Fráboðan og áminning um hegnskyldu í Sunda kommunu

Sunda kommuna

 sambandi við, at tíðin nærkast, tá ið seyðurin skal av bønum, er fylgjandi skriv ávegis í postkassarnar hjá teimum, ið varða av bøgarðunum og hava hegnskyldu í kommununi.

Allir garðhaldarar hava, sambært Lov nr. 172 for Færøerne om HAUGERS STYRELSE OG DRIFT m.m., skyldu til at hava bøgarðar sínar í seyðahøgum standi í tíðini frá 14. mai til 25. oktober.

Heitt verður við hesum á teg sum garðhaldara, gjølla at kanna teir bøgarðar, ið tú hevur ábyrgd av og fremja møguligar neyðugar ábøtur. Bøgarðarnir skulu vera í góðum og seyðahøgum standi, soleiðis at seyður ikki sleppur inn á bøin frá 14. mai til 25. oktober.

Aftaná 14. mai verða bøgarðarnir sýnaðir av hegnsýnisnevndini.

Har ábøtur eru neyðugar, verða tær gjørdar fyri eigarans/garðhaldarans rokning uttan aðra fráboðan enn hesa.

Um fyrispurningar eru, ber til at venda sær til hegnsýnisnevndina.

Vegl.Hegn skal vera min. 1 metur høgt. Lendisviðurskifti kunnu gera, at neyðugt er at spenna tráð (ikki píkatráð) omaná. Pelar eiga at vera settir við hóskandi millumrúmum, vanliga umleið 1,80 m, men lendisviðurskiftini kunnu eisini viðføra, at styttri eigur at vera millum pelarnar. Gamalt  hegn og annað ónýtiligt tilfar skal beinast burtur.

Vegna hegnsýnisnevndina í Sunda kommunu

Jóhan Poulsen
Glaðsgøta 20
420 Hósvík

Tlf. 243649

Spjaldur