Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.10.2025 21:03

Frá yvirskoti til eitt dundrandi undirskot

Lesarabræv/Fólkaflokkurin

Føroya fólk – og komandi ættarliðini – hava uppborið ein skynsamari fíggjarpolitikk enn eitt dundrandi undirskot. 173 milliónir krónur í undirskoti – tað er alt annað enn nøktandi og leiðir føroyska búskapin út á vandakós.

Í undanfarna valskeiði funnust táverandi andstøðuflokkar – teir, sum nú sita við valdinum – hvassliga at fíggjarpolitikkinum.
Avlopið, vit høvdu, var ikki nóg stórt, søgdu teir. Tað skuldi vera nógv størri. 

Teir koma so í stjórn og skriva í samgonguskjali:
“Vit vilja tryggja ein haldføran og sjálvberandi búskap fyri okkum og komandi ættarlið, venda halli til avlop í almennu fíggjarstýringini…”

Tó gerst veruleikin ein annar. Í roynd og veru beint øvugtur, fyri at siga tað, sum tað er. 

*2020 var eitt serligt ár, tí tá var koronu farsóttin í hæddini. Tíbetur fingu vit vent hesum rættiliga skjótt.

Avlopini, sum vit høvdu undanfarna valskeið, eru etin upp. Gongdin er vend – frá avlopi til dundrandi undirskot. Og ikki bara einaferð, men ár eftir ár. Ja, enn eitt dundrandi undirskot á fíggjarlógini.
Eisini veksa útreiðslurnar framhaldandi skjótari enn inntøkurnar, ið er ein vandakós fyri føroyska búskapin.

Støðan er álvarsom. Tí er neyðugt at venda hesi gongdini beinanvegin. Komandi ættarliðini hava uppiborið betri.