Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.02.2026 13:51

Frá reyðum halli til borgarligt avlop

Lesarabræv

Fleiri halda, at tað verður ein herskin biti at venda búskaparligu gongdini hjá landskassanum. Úr borgarligum sjónarhorni er hendan avbjóðingin als ikki ræðandi. Nøkur átøk liggja til høgra beinið.

Eitt átak av fleiri

Við verandi skilnaði millum almennar tænastur og privat vinnulív, fáa almennu Føroyar ikki fullgóða nyttu úr tí skapandi megi og støðugu nýmenning, sum finst í privata vinnulívinum. Motorurin í privata vinnulívinum er kapping og vinningur. Fyri at vinna mongu dystirnar, tað veri seg um starvsfólk, marknað, góðsku o.m.a. fer ein støðug nýhugsan fram innan vinnulívið. Smartloysnir og nýggjasta tøknin eru áhaldandi partar av loysnini at standa seg í kappingini.

Motorurin í almenna geiranum er ikki so ítøkiligur. Men ein týðandi partur er lóggáva, krøv og eftirlit. Um vit fáa motorin í privata geiranum at dríva almennar uppgávur, verða almennar skipanir betri tillagaðar, effektivari og bíligari.

Fyri at fremja hetta er ein ítøkilig loysn at

ÚTVEITA OG EINSKILJA almennar tænastur

Nógvar grundfunktiónir í almenna geiranum kunnu uttan stórvegis hóvasták útveitast ella einskiljast. Skrivstovuhald, roknskaparhald, køkur og kantinur, reingerð, viðlíkahald og anna tílíkt eru dømir um hetta. Í einstøkum førum eru slíkar tænastur útveittar. Men ein generel og gjøgnumførd ætlan eigur at fremjast í øllum teimum førum, har tað er til fyrimuns fyri kostnað og betri tænastu.

Umframt generellar grundfunktiónir eru eisini nógvar kjarnufunktiónir egnaðar til útveiting. Dømi eru kjarnuuppgávur hjá Taks so sum skattaeftirlit, skattaráðgeving og skrásetingaruppgávur. Verða hesar uppgávur útveittar til góðkendar veitarar, verður skattafyrisitingin bara ein stovnur, sum hevur yvirskipað eftirlit við útveittu tænastunum.

Tað sama kann gera seg galdandi innan uppgávur hjá nógvum almennum stovnum. Dømi eru Umhvørvisstovan, Heilsufrøðisliga Starvsstovan, Vinnustovnurin, Landsverk, Strandferðslan, Kringvarpið, Fróðskaparsetrið v.m. Í prinsippinum kann útveiting vera aktuel innan stórar partar av almenna geiranum.

Útveiting – og í nøkrum førum einskiljing – er eitt av fleiri átøkum, sum minka um almennu útreiðslurnar og betra haldførið.

Bill Justinussen