Mynd: Hjalmar Jóhan Juul
Karstin Hansen og Skála Ítróttarfelag hava skrivað undir ein tvey ára sáttmála.
Karstin Hansen er kendur á Skála, eftir at hann leikti við Skála kappingarárini 2018 og 2019. Annars hevur Karstin burturav verið partur av barndómsfelagnum NSÍ.
Á heimasíðu felagasins verður sagt soleiðis: “Vit eru sera fegin um at Karstin hevur valt at koma yvir um fjørð, og bjóða honum vælkomnan undir Mýruhjalla.”
Deil á Facebook