Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
21.11.2025 12:10

Frá Nóas ørk til skúlastovu (myndir)

Mynd: Eysturoyarportalurin

Í dag fóru arbeiðsfólk í gongd við at taka Setrið, eisini kallað Nóas ørk, niður frá stadion-økinum við Løkin í Runavík, har tað hevur staðið í nøkur ár.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur fyri Eysturoyarportalinum, at upprunaliga varð ætlanin at hetta skuldi brúkast til fótbóltsvirksemið við Løkin, men tann ætlanin er nú slept.

Nú er ætlanin, at húsið í staðin skal brúkast sum fyribils skúlastova í skúlanum á Glyvrum, nú næmingatalið er vaksið og tørvur er á næmingarplássum er vaksin munandi.

Arbeiðið við at stoypa ein sokkul inni í sjálvum skúlagarðinum á Glyvrum, til at seta húsið omaná, er nú liðugt. Og verður húsið flutt frá við Løkin inn á Glyvrar í kvøld.

Runavíkar kommuna hevur boðar frá fyrr í dag, at vegurin samstundis verður stongdur hetta tíðarskeiðið arbeiðið varðir. Les her.

Myndir: Eysturoyarportalurin