NSÍ skrivar:
NSÍ hevur skrivað undir sáttmála við svenska Filip Drinic. 22 ára gamli svenski miðverjin hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála við felagið.
Filip leikti í fjør við 07 Vestur, har hann tilsamans fekk 26 dystir og 1 mál. Áðrenn Filip kom til Føroyar í fjør, hevur hann spælt í 3. bestu og 2. bestu deildini í Svøríki, har hann hevur verið í feløgum so sum Örebro Syrianska IF og Skovde AIK.
Filip er ein kropssterkur leikari, ið ikki er bangin fyri at fara í takklingar. Samstundis dugir hann væl at lesa spæli av og er róligur á bóltinum.
Vit í NSÍ fegnast um, at Filip kemur at spæla við okkum, og vit bjóða honum hjartaliga vælkomnan í felagið.
Saman standa vit sterk!
Kelda: tøl sambært faroesoccer.com
