Tveir av føroysku fótbóltsútisetinum, Martin Klein Joensen og Adrian Rúnason Justinussen, gjørdu báðir vart við seg, tá ið teir í dag fyri ávíkavist, UMF Njarðvík og Hillerød FC leiktu venjingardystir.
Adrian Justinussen, sum nýliga skifti HB út við Hillerød FC í næstbestu donsku deildini, var við fra byrjan, tá ið hann skaraði framúr og skeyt heili 4 mál, har tað eina var upp á beinleiðis fríspark, í 7-2 sigrinum á Superligafelagnum Hvidovre IF.
Í Íslandi tók UMF Njarðvík, við Martin Klein Joensen og Kaj Leo í Bartalsstovu á liðnum, ímóti Grindavík. Kaj Leo var við frá byrjan og hevði ein fót við í báðum fyrstu málunum, áðrenn Martin Klein var innskiftur í seinna hálvleiki og skeyt seinasta málið til endaliga úrsliti 3-0.
Deil á Facebook