Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.05.2025 14:00

Fótbóltsdagur við Stórá!

Tíðindaskriv/ Parasport Føroyar

Fríggjadagin 30. mai verður eitt serligt fótbóltstiltak hildið á leikvøllinum við Stórá á Tvøroyri – fyri fyrstu ferð nakrantíð! Tiltakið er eitt samstarv millum Parasport Føroyar og TB, og er ætlað øllum, uttan mun til aldur og førleika.

Endamálið við degnum er at skapa rørslu, felagsskap og fótbóltsspæl í einum rúmligum og stuttligum umhvørvi, har øll kunnu vera við – eisini tey, sum vanliga ikki spæla fótbólt.

Skráin umfatar tónleik frá Tróndi og Lív, venjing, ábit og bóltspøl.
Byrjað verður kl 15.00, og tiltakið endar við heiðursmerkjahandan kl 18.00

Venjingarnar verða leiddar av royndum og væl kendum venjarum: Óla Johannesen, Sonna Djurhuus og Gilla Rólantssyni úr TB.

Tilmelding fer fram á www.atgongumerki.fo

Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði luttakarar og áskoðarar.

Fleiri upplýsingar um tiltakið fáast við at venda sær til Parasport Føroyar á tel 217975