Fótbóltssamband Føroya
Fótbóltsblaðið 2026 er útkomið, og fæst ókeypis í Telebúðunum kring landið og hjá Bygma Balslev í Hoyvík.
Trettanda árið á rað er Fótbóltsblaðið hjá FSF útkomið.
Í blaðnum, sum telur 44 síður, eru samrøður við spælarar frá øllum liðunum í MeistaraDeildunum hjá bæði kvinnum og monnum, umframt umboð fyri hini fótbóltsfeløgini, ið spæla í næst- og triðbestu deildunum, og sum gera eitt stórt arbeiði fyri barna- og ungdómsfótbólt.
Eisini ber til at lesa um A-landsliðini, dómararnar, høvuðsstuðlarnar hjá MeistaraDeildini, og aftast í blaðnum er ein áhugaverd og skemtingarsom klumma, sum Fróði Løkságarð hevur skrivað.
Fótbóltsblaðið 2026 fæst ókeypis í Telebúðunum kring landið, og hjá Bygma Balslev í Hoyvík.

