Hondbóltssamband Føroya
Forsetin í evropisku hondbóltsamgonguni, EHF, Michael Wiederer, vitjaði Hondbóltsfelagið Tjaldur.
Leygardagin fingu vit í Tjaldur eina avbera forkunnuga vitjan, tá sjálvur forsetin í evropisku hondbóltssamgonguni, EHF, Michael Wiederer, vitjaði okkum. Tað vóru Hondbóltssamband Føroya og Runavíkar kommuna, sum skipaðu vitjanina.
Eftir ein góðan bita í matstovuni Rist, har vit fingu kunnað um okkara virksemi, og Wiederer greiddi frá um EHF, fingu vit høvi til at vísa á okkara umstøður í Bylgjuni, har vit um stutta tíð hava eitt ítróttakervi við fótbóltsvølli, fimleikahøll, ítróttahøll og svimjihøll – alt savnað á einum staði.