Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
18.04.2024 08:36

Føroyskur poddur um marknaðarføring

Tíðindaskriv

Í Lýsingini – ein poddur um marknaðarføring

Føroyar hava fingið ein nýggjan podd um marknaðarføring og samskifti. Tað eru Teitur Ellingsgaard, stjóri í Buust, og Niels Uni Dam, stjóri á Nudlavirkinum, ið standa aftan fyri poddin. 

Fyrsti partur er nú tøkur á stroymingartænastum. Her er evnið Super Bowl lýsingar. 

Stóra amerikanska fótbóltsfinalan er eitt av heimsins mest sæddu beinleiðis sjónvarpssendingum, og tí er hetta eitt sera væl umtókt lýsingapláss. Somikið væl umtókt, at lýsingarnar í sjálvum sær eru vorðnar ein væl umtókt sjónvarpshending, ið fólk gleða seg til í líka stóran mun sum sjálvan ítróttin. 

Nakrar av heimsins størstu fyritøkum skapa serligar lýsingar til júst hesa sendingina. Hesar lýsingar eru stór hitt á sosialu miðlunum og skapa kjak og yvirskriftir í miðlunum. 

Í fyrsta partinum er Høgni Berg gestur. Hann er íðin NFL-fjeppari, svorðin Super Bowl hyggjari og lýsingaráðgevi á Nudlavirkinum.

Til ber at hoyra fyrsta poddin her: https://www.buzzsprout.com/2353745/14887346

Ella fylgja í Lýsingini á Facebook her: https://www.facebook.com/ilysingini