Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.12.2023 17:25

»Føroyskur Fótbóltur 2023« fæst nú kring landið

Árbókin “Føroyskur Fótbóltur 2023” er útkomin. Í bókin verður tikið saman um eitt sera hendingaríkt fótbóltsár. 

Greitt verður frá gongdini í Betrideildini hjá monnum og kvinnum, tikið verður saman um avrikini hjá feløgunum, profilar og ungir spælarar verða umrøddir, og nógv verður eisini gjørt burtur úr altjóða fótbólti – ikki minst avrikinum hjá KÍ í Europa.

Í bókini eru greinar, hagtøl, yvirlit og nógvar góðar myndir.

Sosialurin gevur “Føroyskur Fótbóltur 2023” út. Bókin er 200 blaðsíður og fæst í bókabúðum.