Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.10.2025 23:22

Føroysku U19 kvinnurnar leiktu seg í finaluna

Mynd: Flogbóltssamband Føroya

Flogbóltssamband Føroya

Ongland – Føroyar 0-3 (10-25, 13-25, 15-25)

Talan var um ein rættuliga greiðan sigur, sum ongantíð var í vanda.

Føroysku U19 kvinnurnar vunnu í kvøld ein sannførandi sigur á Onglandi. Talan er um annan sigurin í dag og sostatt hava ungu føroysku kvinnurnar 6 stig fyri tveir dystir. Tær enda sostatt í minsta lagið á einum øðrum plássi í innleiðandi kappingi og hava sostatt longu vunnið seg í finaluna. 

Danmark hevur eisini vunnið sínar báðar dystir. Tí verður dysturin í morgin ímillum Føroyar og Danmark avgerðandi fyri, hvør verður nr. 1 og nr. 2 í innleiðandi bólkinum. Hesin dysturin verður leiktur kl. 12.00 í morgin. Væntast kann at bæði liðini fara at lata leikara, sum annars ikki hava fingið so nógva leiktíð verða meira á vøllinum í morgin.

Finalan verður sunnudagin kl. 15.00.