Tor Rescue 24, ið er árliga felagsvenjingin hjá føroysku bjargingarfeløgunum, verður á Eiði, leygardagin 11 mai.
Økið, ið nýtt verður er, Eiðisflógvi og av Eiði til brúnna við Streymin.
Áleið hálvthundrað fólk, fýra bjargingarbátar, smærri bátar, fjallabjargarar og onnur fólk á landi vera við í venjingini.
Øll onnur verða vinarliga biðin at fylgja væl við, at talan er um venjing – og ikki neyðstøður.
Tá ið venjingin er liðug, eru øll vælkomin oman á kajuna at hyggja eftir bátunum. Hetta verður væntandi kl 15:00
Deil á Facebook