Birkblog
Magnus Dam, Kringvarpsstjóri, lovar í inngangsrøðu, at nú verður roynt at fáa føroyska talu á meir enn ein film um árið. Tað er so ambisjónin, sigur Magnus, uttan at lova nakað. Her sæst hann saman við Páll Danielsen og Jonnu Mortensen.

At føroyskt slær allar rekordir, sigur Mourits Clementsen, sum rekur Havnar Bio, ið er einasti føroyski biografur. Havnar Klubbi eigur hølini, sum biografurin er í, har Mourits nú vísir svenska teknifilmin, Palla Halaleysa, ið næstan er ein sangleikur, í góðari føroyskari týðing, sum Kringvarpið hevur latið í føroyskan búnað við framúr røddum.
Tað er nakað serligt við at sita í biografi saman við øðrum. Vit síggja sama nýggja film, sum ljóslivandi bleiktarar á løriftinum. Akkurát sum ordiligt og við føroyskari talu.
Við síðuna av okkum, mær og Olaf, sita Glóð, sum í filminum er Birgitta, ið eigur summarkettuna, sum gevur filminum navn, og foreldur hennara, Børge og Durita. Beint aftanfyri situr Sanna Bæk Hoydal, sum er Maja, og tá eg spyrji eftir høvuðsleikaranum, Hans Andrias Jacobsen, sum er Palli Halaleysi, fái eg at vita, at hann er farin til skips. Ytst á somu rekkju situr Barbara, vinkonan hjá Olaf.

Teknifilurin um Palla Halaleysa er fittur og uttan aldursmark. Sindur veikari í fynd og attraktión enn norski filmurin í fjør, hann um Klintrimús og dýrini í Valbakkaskóginum. Men tá vit fyrst hava møtt revinum við tølandi kvinnurøddini, og síðani hundunum, sum eru hinumegin hegnið í stórbýnum í Uppsala, sum Palli hevur vilt seg inn í, fær gongdin og huglagið eina aðra vend. Birgitta hevur mist Palla, sum dettur í ánna og rekur til stórbýin, har bæði náttklubbi og søgulig kirkja við høgum tornum eru. Her verður Palli drigin inn í bestaborgaraklubban FISK, sum eg giti at staviveikar kettur hava navngivið, og so kemur Mons á pallin og tekur leiðandi leiklutin sum impresario gjøgnum meginpartin av filminum. Tað ger hann so framúr, Edvin H. Niclasen, at hann er røddin, ið fangar meg mest, longst og best í øllum filminum. Framúr. Her situr hann saman við soninum Lukas.
Sum skjót krýdd hoyra vit hundarnar við undirfundiga speisku og spælandi røddunum hjá Jákupi Veyhe, Hans Tórgarð og Nicolaj Falk hinumegin hegnið. Her er eitt triumfirat av góðum røddum í hádeild, sum eisini fáa besta orðavalið av tí knappa slagnum. Nógvir sangir eru gjøgnum filmin, og har hoyrast í øllum førum bara góðar sangrøddir, sum perfekt bera fram væl týddu sangirnar.

Ein stuttligur filmur eru Olaf og Hørður samdir um. Stuttligt, tá ballónin brast og tá Palli møtir revinum, sum til endans verður tænari og ikki fíggindi, sum vil eta hann. Næstan sum í Klintrimús filminum.
Mín egna niðurstøða er, at hetta er ein lættur teknifilmur, sum sjálvt tey smæstu børnini kunnu síggja, er ein vaksin við. Filmurin er ikki meinaleysari enn so, at hann nemur við polariseringar millum bólkar í samfelagnum, kettur og hundar í filminum, og letur hin óvæntaða, revin, hjálpa til endans, so Birgitta fær hin halaleysa Palla aftur, beint sum tey skulu fara úr summarhúsinum og heim aftur. Og so er tað hatta við skiltinum á bestaborgaraklubbanum FISK, hvat tað stendur fyri og hvussu førleikin at stava er. Stuttligt.
Fari at endurtaka tað, sum eg segði um Klintrimús og tey í fjør:
Við eini frásagnargleði, sum endurspeglast í hvørjum setningi, klippi, sekvensi og broti, er hetta mentanarátak hjá Kringvarpinum einki annað enn framúr.
Frásagnargleði skal spjaðast út um alt landið, so børn taka við henni og teim upplivingum, har tey eru, og síðani fara at lesa, eru tey ikki longu byrjað. Tí lesing er ikki sum at siga tað. Millum yngstu bólkar at læra seg eitt mál, sprettir lesing fyrst og fremst úr innbjóðandi frásagnargleði, ið er livandi og viðkomandi í gerandisdegnum, har tú ert. Verður ikki farið skilvíst fram á hesum øki, so endurtaka vit ikki bara, men breiðka enn meir um ta djúpu gjógv, sum altíð hevur verið millum tey, ið lesa nógv og tey, sum lesa lítið. Eri meir enn nakrantíð sannførdur um, at skúlin helst er tann stovnur, sum uttan at vilja tað, gjøgnum alla søguna hevur fingið lutin at ganga undan í at repetera og sementera hesa stættarelvandi skeikling.
Teknifilmurin um Palla Halaleysa, sum Kringvarpið hevur latið í føroyskan ham og Havnar Bio vísir hugfarsliga hvussu innovativir og visionérir einstaklingar velja at minka og smælka um hesa óneyðugu gjónna, sum í markanta stættarsamfelagnum í dag kennist mær ógvusligari enn nakrantíð. Stættarsamfelagið er blivið ein konstantur, sjálvt við vinstraflokkum í stjórn.
Tí elski eg Kringvarpið fyri púra ósjálvsøkið at hjúkla um biografin, hin einasta vit eiga eftir, og taka á seg at ríka kollektivu barnamentananin við einn einum teknifilmi til børnini.
Heimskendi Disneyfilmurin Frozen, sum byggir á ævintýrið um Snjódrotningina hjá H.C. Andersen, seldi 6000 atgongumerki. So eins og í øðrum londum, tá tað kemur til móðurmálið, er sjónliga greitt, at øll sølutøl, sum síggjast í kjalarvørrinum á kendastu útlendsku filmunum, verða yvirhálað við túsundum. Bara tí at vøran, í okkara føri, er á føroyskum. Móðurmálið á filmi ger munin. So allir pessimistar, ið messa og mála svartmálsliga fyri okkum, kunnu anda lættan. Øll velja føroyskt, bara tað ber til.
Avbjóðingin er at byggja upp eitt mentanarligt undirstøðukervi, sum gamaní enn ikki er til, men tá tað kemur, skal síggja til og tryggja, at hetta verður ein sjálvsagdur møguleiki hjá børnum. At velja føroyskt.
Og tó, nýkomin á landsliðið, burdi eg sum fulltikin pensjonistur verið hin fyrsti at vita alt um, at landsliðsdystur fyri menn í fótbólti varð leiktur samstundis móti Svartfajallalandi, men har kom eg undir radarin og fangaði tað ikki, men fór í biograf við abbasoninum. Fótbóltsfólkið er kanska ikki so innformativt inkluderandi sum hondbóltsfólkið, sum javnt og samt kunna um teirra bólt og duga tað fyrimyndarliga, inkluderandi tankan um, at øll eru við.
Hesin fyrimyndarligi inklusjónstanki, ið fellir á eitt skróvturt stað, har børn, eins og í fjør, eftir øllum forskriftum um kyn og málføri, kunnu hoyra livandi føroyskt á filmi, enntá í biografi saman við øðrum, og seinni í Vit-appini á ymsu pallunum í Kringvarpinum, er eydnaður til fulnar í samstarvinum millum Kringvarpið og biografin.
Tríggjar ferðir um dagin í heystferiuni, sum er í næstu viku, ber til at síggja filmin, sum varir ein góðan tíma. Og tað er har, at biograffilmur skal síggjast. Í biografinum, sum er rúmið til at uppliva film, ikki bara fyri lørift, mynd, ljós og ljóð, men eisini sitikomfort saman við øðrum, har tú kanst merkja allar tættir í filmisku upplivingini, sum var tú undir brúsuni. Allar strálir raka teg í varðveitingarverda rúminum, vit nevna biograf, og sum vit nú bara eiga ein eftir av slagnum. Tórshavnar kommuna og Filmsfelagið eru samd og greið yvir hesa mentanarligu avbjóðing í eini tíð, har visualiseringar síðan aldarskiftið hava gjørst meir og meir ágangandi við yngri og yngri málbólkum.
Fyrradagin vóru longu seld fleiri enn túsund atgongumerki, søgdu Páll Danielsen og Mourits í morgunsendingini hjá Kringvarpinum. Svanna, sum rekur Havnar Bio, sigur at fleiri enn 8000 hava sæð Klintrimús á føroyskum í filminum um Dýrini í Vallbakkaskóginum.
