Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
15.11.2023 14:58

Føroyskt og grønlendskt er eisini tikið við í donsku filmsavtaluni

Mynd: Føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir og mentamálaráðharri, Jakob Engel-Schmidt.

Danska filmsavtalan er júst løgd fram og áheitanin frá 30 filmsfólkum úr Føroyum og Grønlandi er gingin á møti. Í áheitanini ljóðaði, at tað skal vera gjørligt hjá filmsframleiðarum at søkja um stuðul frá DFI til verkætlanir á føroyskum og grønlendskum á jøvnum føti við aðrar, danskar framleiðslur. Verkætlanir á føroyskum og grønlendskum skulu tí ikki verða roknaðar sum framleiðslur við fremmandamáli og fáa noktandi svar uppá stuðul orsakað av mentanarligum, landafrøðiligum ella málsligum ávum.

Eg sendi somuleiðis eina áheitan til danska mentamálaráðharran og vísti mín stuðul til skrivið. Tí fegnist eg um, at áheitanin frá filmsfólkunum er gingin á møti og at donsk filmsframleiðsla framyvir rúmar føroyskum og grønlendskum. Talið av framleiðslum á føroyskum og grønlendskum er vaksandi og tað er tískil umráðandi, at hesar framleiðslur hava bestu treytir at søkja um stuðul fyri at fáa framt hesar verkætlanirnar. 

Eg gleði meg til at síggja enn fleiri filmar á føroyskum í framtíðini!

Anna Falkenberg, fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin