Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.11.2022 11:54

Føroyski báturin – bátasmíð, siðir og brúk

Mynd: Kristian Vang

Bátatiltak verður á Tjóðsavninum í Brekkutúni 6 í Hoyvik hóskvøldið 17. november kl. 19.30

Føroyska samfelagið hevur verið fyri stórum broytingum síðani føroyski báturin var álitið, bæði til útróður og til flutning millum oyggjarnar. Vit kunnu staðfesta, at hóast føroyski báturin enn er í brúki, so hevur hann ikki megnað at kappast við glastrevja-bátarnar.

Men kann føroyski báturin førast úr aldudalinum?

Í desember 2021 bleiv føroyski báturin, saman við øðrum norðurlendskum súðubygdum bátum, innskrivaður á UNESCO listan yvir umboðandi siðaarv hjá mannaættini. Hevur henda altjóða viðurkenningin av føroyska bátinum týdning fyri varðveitingina av føroyska bátinum og hvat kunnu tað almenna, feløg og einstaklingar gera?

Hóskvøldið 17. november kl. 19.30 hittast vit á Tjóðsavninum í Brekkutúni 6 í Hoyvík til eitt tiltak, har vit umrøða føroyska bátin, bátasmíð, siðvenjur og brúk. Eitt áhugavert kvøld, við røðum, fyrilestrum og framsýning.

Tað eru Tjóðsavnið, Fróðskaparsetur Føroya og føroyska UNESCO-nevndin, sum í felag skipa fyri tiltakinum. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.