Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.09.2023 15:21

Føroyska sambandið við heimin kring okkum 

Eitt tiltak hjá Norðoya og Eysturoyar Tjóðveldisfelag  

Hvønn leiklut hava Føroyar í heimssamfelagnum? Kríggj er í Evropa, og broyttu trygdar- og handilsfortreytirnar seta stór krøv til uttanríkispolitikkin.  

Føroyskur uttanríkispolitikkur hevur søguliga í stóran mun snúð seg um fiskiveiðiavtalur. Ein teirra er afturvendandi avtalan um umbýti av kvotum við Russland, sum gongur út við ársenda.  

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, kemur at greiða frá um tilgongdina við fiskuvinnuavtalum og atlit í hesum sambandi.  

Støða okkara í heiminum er tætt knýtt at støðuni hjá hinum vesturevropeisku londunum, men fyri bert 10 árum síðani boykottaðu ES-londini føroyskan fisk, so vit máttu leita til aðrar marknaðir. Hvør er støðan nú? Hvørjar eru okkara samstarvstjóðir, og hvørjar kundu verið tað? 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, kemur at greiða frá um leiklutin og málini hjá Føroyum í heiminum handils- og verjupolitiskt. 

Høvi verður at seta spurningar.  

Tiltakið verður í miðhøllini í Skúlatrøð í Klaksvík, hósdagin kl 19.00.