Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.06.2023 09:36

Føroyska flaggið tvey pláss aftur á Hvítalista hjá Paris MoU

Reiðarafelagið fyri Handilsskip

Paris MoU hevur dagført avrikslistan yvir flaggstatir, og FAS fór tvey pláss aftur á listanum, frá nr. 28 til nr. 30. Tað hevur stóran týdning fyri skipini í FAS, at føroyska flaggið er á Hvítalista, sum er eitt tekin um trygd og góðsku á sjónum, og harvið eisini ávirkar kappingarføri hjá reiðaríunum.

Sjóvinnustýrið skrivar í tíðindaskrivi, at lægra plaseringin í ár tó ikki er orsakað av verri úrslitum hjá føroyskum skipum. Stigatalið er í veruleikanum betri hesaferð enn seinast. Tað er lutfallið millum talið av eftirlitum og afturhaldum, sum er broytt. Eisini hava onnur lond á listanum betrað seg og hava tí fingið eina betri plasering.

FAS hevur verið á Hvítalista fyri flaggstatir síðani 2011. Í hesum tíðarskeiði hava vit flutt okkum millum nr. 26 og 39. Í dag eru vit nr. 30.

Les tíðindaskrivið frá Sjóvinnustýrinum her: Føroyar detta 2 pláss á Hvítalista (fma.fo)