Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.08.2023 10:44

Føroyingarnir á Akureyri vunnu í gjár

Mynd: Fótbólti.net

KA Akureyri, við Jóan Símun Edmundsynin við frá byrjan, vann í gjár 2-1 á Stjarnan úr Reykjavík á Greifavøllinum á Akureyri.

Heimaliðið legði seg á odda í 15. minutti, men útiliðið javnaði í 43. minutti. Støðan var tískil 1-1 í hálvleikinum.

Støðan helt sær heilt til inn í yvirtíðina, tá tað eydnaðist heimaliðnum at skjóta sigursmálið. Sigurin ber í sær, at KA Akureyri er nú trý stig frá at koma í ovara endaspælið í Úrvalsdeildini.

Jóan Símun leikti 84. minuttir, og var tá útskiftur fyri Pætur Petersen.

KA Akureyri er nú á 7. plássið í íslendsku bestu deildini við 25 stigum.

Komandi uppgáva hjá KA Akureyri er mikukvøldið, tá teir møta FH Hafnafjørður á útivølli.