Hetta veit Dimma.fo at sigur, sum hevur fingið Spyr.fo at gera eina spurnarkanning um fiskivinnuavtaluna millum Føroyar og Russland.
Heili 47 % av føroyingum halda, at vit eiga at gera eina fiskivinnuavtalu við Russland næsta ár, meðan 31 % halda ikki at vit eiga at gera eina slíka avtalu.
Landsstýrið skal taka støðu til júst hendan torføra spurningin nú í september mánað, har samgongan nokk mest hellur til at slíta samstarvi, meðan meirlutin av føroyingum, sambært spurnarkanningini, vilja gera eina fiskivinnuavtalu við russar fyri komandi ár.
Spurnarkanningin hjá Spyr.fo vísir eisini, at t.d. í Tórshavn eru tað bert 33 %, sum halda at føroyingar skulu gera eina nýggja avtalu, meðan heili 56 % av teimum spurdu uttanfyri Tórshavn halda, at vit skulu halda fram við fiskivinnusamstarvinum við Russland.
Í 1977, var bilateral fiskivinnuavtala gjørd millum Føroyar og Sovjetsamveldið, nú Russland.