Tíðindaskriv/Anna Falkenberg
Ein greiður meiriluti av føroyingum, 59 prosent, halda, at Føroyar skulu vera partur av ríkisfelagsskapinum. Tað vísir ein nýggj kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Sambandsflokkurin á Fólkatingi.
Fimm flokkar í løgtinginum siga seg vera samdar um, hvussu farast skal fram á ríkisrættarliga økinum. Semja millum flokkarnar tykist at vera, at Føroyar skulu úr ríkisfelagsskapinum.
Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur tí sett sær fyri at kanna, hvat vanliga fólkið heldur um ætlaninar.
Niðurstøðan er púra greið. 59 prosent halda, at Føroyar eiga at fáa størri sjálvræði, men innanfyri ríkið.
25 prosent halda, at Føroyar skulu loysa frá Danmark, og 16 prosent halda, at ríkisrættarliga støðan skal halda fram óbroytt.

– Hetta vísir, at Sambandsflokkurin er á rættari leið. Vit vilja gera broytingar, so at vit fáa størri uttanríkispolitiskt sjálvræði, men vit vilja ikki slíta frá Danmark. Vit skulu gagnýta stórdriftsfyrimunirnar í ríkinum. Úrslitið av kanningini fortelur okkum, at politikarnir í sokallaðu tjóðarsemjuni mugu hugsa seg um, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.
Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur eisini spurt, um fólk kenna seg trygg við sokallaðu tjóðarsemjuna um at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land.
20 prosent siga, at tey kenna seg sera ótrygg. 24 prosent eru ótrygg við støðuna, 28 prosent eru hvørki trygg ella ótrygg, ímeðan 17 prosent kenna seg trygg og 12 prosent kenna seg sera trygg.
– Landsins fremstu politikarar skulu ikki spæla hasard við vælferðini hjá føroya fólki. Eg haldi, at ein skal taka fólkið í álvara og ikki taka óráð fyri, sigur Anna Falkenberg.