Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
07.12.2022 12:07

Føroyingar bestu karmar at eydnast (Løgtingsval 2022)

Mynd: Fía Selma Nielsen

Lesarabræv

Fólkaflokkurin vil lætta um hjá føroyingum fíggjarliga og persónliga.

Fólk skulu hava hug at taka eitt eyka tak, uttan at verða fevsaði í skatti.

Barnafrádrátturin skal hækkast, eins og hámarkið fyri barsilsútgjald eisini skal hækkast.

Skúladagurin í fólkaskúlanum skal styttast. Skapandi og handaligu evnini hjá næmingunum skulu styrkjast.

Stuðlast skal undir sjálvboðið arbeiði, tí tryggir felagsskapir er besti heilivágurin móti einsemi, sálarkvøl og rúsmisnýtslu.

Áræði og dagligt ágrýtni skal lønast.

Sum støðan er í heiminum í dag, er tað av alstórum týdningi at vinnulívið – stórt sum smátt – hevur góðar og støðugar karmar. Heimurin gerst minni og minni fyri hvønn dag, og tí er tað somuleiðis av alstórum týdningi at føroyska vinnulívið er kappingarført við útheimin.

Gott val

X við A

Fía Selma Nielsen