Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.02.2026 08:14

Føroyar standa uttanfyri altjóða stóravtalur

Vinnuhúsið

Meðan onnur lond knýta nýggj handilsbond og tryggja sær betri marknaðaratgongd, standa Føroyar framvegis eftir uttan nýggjar strategiskar fríhandilsavtalur

Fríhandilsavtalur eru ein av hornasteinunum undir marknaðaratgongdini hjá smáum búskapum. Tær lata dyrnar upp til nýggjar marknaðir, minka um kostnaðir og styrkja kappingarføri hjá vinnuni. 

Tó er ein veruleiki, at føroyski handilspolitikkurin í stóran mun stendur í stað, meðan onnur lond og felagsskapir flyta seg skjótt fram á leið.

Í farnu viku skrivaðu India og ES undir stóra fríhandilsavtalu, sum letur dyrnar upp millum tveir av heimsins størstu marknaðum. Avtalan tekur burtur toll á flestu vørum, betrar um karmarnar fyri tænastur og ger handilin lættari og tryggari. 

“Í eini tíð, sum er merkt av geopolitiskari óvissu og øktum handilspolitiski spenningi, er hetta júst tað slag av avtalum, sum flytir altjóða samhandil fram ímóti stabiliteti og langtíðar samstarvi”, staðfestir Øssur M. Dalbúð, ráðgevi í Vinnuhúsinum.

Avtalan kemur bert fáar dagar eftir, at ES undirritaði eina aðra stóra samstarvssavtalu; hesa ferð við tann suðuramerikanska felagsskapin, Mercosur. 

“Hetta ger munin millum ES og føroyska handilspolitikkin enn greiðari. Meðan ES flytir seg skjótt fram á leið, standa Føroyar framvegis uttan nýggjar strategiskar fríhandilsavtalur”, sigur Øssur.

Onnur lond flyta seg – Føroyar gera ikki
India hevur seinastu fáu árini gjørt fríhandilsavtalur við bæði ES, Stórabretland og EFTA, har Ísland, Liktinstein, Noreg og Sveis eru limir. Hetta vísir greitt, at áhugin fyri at menna handilssambond við India er stórur hjá okkara kappingarneytum. 

Tey tryggja sær nú betri marknaðaratgongd til ein risastóran og vaksandi marknað, sum annars er kendur fyri høgan verjutoll á innflutningi. Eitt nú er tollurin á flestu fiskavørum oman fyri 30 prosent, um eingin fríhandilsavtala er galdandi. 

“Hetta hevur beinleiðis ávirkan á, hvussu kappingarfør føroyskar útflutningsvørur eru samanborið við vørur úr londum, sum longu hava fríhandilsavtalu við India”, sigur Øssur og peikar á, at alt hetta er hent í tíðarskeiðnum, síðani Løgmaður var á politiskari vitjan í India í 2023. 

Kappingarstøðan hjá føroysku útflutningsvinnuni er veik
Veruleikin í dag er, at føroyskar fyritøkur ofta møta hægri tolli og fleiri handilsforðingum enn útlendskir kappingarneytar. Hetta skapar eina ójavna kappingarstøðu, har føroyskar fyritøkur hava verri treytir at kappast um marknaðir, kundar og sáttmálar.

“Hetta snýr seg ikki bert um tøl og prosent. Tað snýr seg um arbeiðspláss, virðisøking og møguleikan at menna føroyska vinnu eisini í framtíðini”, sigur Øssur.

Um onki verður gjørt, halda Føroyar fram at síggja onnur lond tryggja sær fyrimunir, meðan føroyska vinnan verður standandi eftir. Tað er ikki nóg mikið at tosa um týdningin av marknaðaratgongd. 

“Arbeiðið við fríhandilsavtalum má gerast ein verulig politisk raðfesting – við greiðari kós, tíðarætlan og ítøkiligum málum”, staðfestir Øssur M. Dalbúð, ráðgevi í Vinnuhúsinum.

Føroyar eru ein lítil og opin búskapur, sum í stóran mun livir av útflutningi. Tí eiga vit at vera millum tey londini, sum ganga fremst, tá ið nýggj handilssambond skulu byggjast – ikki millum tey, sum standa eftir.

Spjaldur