Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.11.2025 16:02

Føroyar søkt um at gerast sjálvstøðugur limur í WTO

Mynd: Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Føroyar hava í dag latið aðalskrivaranum í Heimshandilsfelagsskapinum, WTO, umsókn um sjálvstøðugan limaskap. Sostatt er hol sett á tilgongdina at fáa Føroyum sjálvstøðugan limaskap í hesum týdningarmikla altjóða felagsskapi.

“Talan er um eitt stórt stig fyri Føroyar. Tað byggir á umfatandi arbeiði sum, tá ið komið verður á mál, fer at vísa seg at verða virðismikið í áhaldandi arbeiðinum at tryggja marknaðaratgongd fyri føroyskan útflutning á marknaðum um allan heim”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum.

Miðað verður eftir, at umsóknin verður viðgjørd á komandi WTO-ráðsfundinum í desember.

“Eg havi eina vón um, at tað fer at bera til at koma á mál við hesum arbeiði innan trý ár”, leggur Sirið Stenberg afturat.