Tilfeingis- og vinnumálaráðið
Føroyar og Bretland hava í dag gjørt semju um fiskirættindi fyri 2026.
Semjan fyri 2026 er gjørd eftir sama leisti sum undanfarin ár, tó at nakrar tillagingar eru gjørdar.
Eins og undanfarin ár, er talan um eitt kvotabýti millum londini bæði, har Føroyar serliga fáa møguleika at fiska svartkalva í bretskum sjógvi, eins og at Bretland eisini letur Føroyum eina lítla toskakvotu á Grand Bank uttanfyri Kanada. Føroyar lata Bretlandi serliga hýsu og upsa í føroyskum sjógvi, eins og at Bretland fær eina hjáveiðukvotu av toski í hýsufiskiskapinum.
Í 2026 hækkar svartkalvakvotan til føroysk skip í bretskum sjógvi, meðan hýsukvotan, sum Bretland hevur latið Føroyum seinastu árini lækkar munandi. Hýsukvotan til bretsk skip í føroyskum sjógvi lækkar eitt vet, meðan upsakvotan til bretsk skip í føroyskum sjógvi hækkar eitt vet.
Hetta er nú fimta árið, at Føroyar og Bretland gera semju um fiskirættindi aftaná, at Bretland fór úr ES. Sostatt er talan um eitt lutfalsliga nýtt samstarv um fiskirættindi og eru Føroyar og Bretland samd um, at semjan hevur stóran politiskan týdning fyri tvíliðaðu viðurskiftini millum londini bæði.
Semjan kann lesast her.
